Framsíða

Um Kyndil

Viðtøkur

Hagtøl

Slóðir

Stuðlar

Kyndil í hálva øld

Stovningardagur Kyndils er 10. mars 1956, tvs. at felagið í 2006 verður hálvthundrað.

Tað vóru ungir menn í Losjuni í Havn,
....sum miðskeiðis í fimmtiárunum hildu, at tað hevði verið stuttligt at fingist við onkran ítrótt aftrat tí nógva virkseminum, sum annars var í ungmannadeildini í Losjuni niðri á Tinghúsvegnum.

Prátið gjørdist skjótt til veruleika, og stovnandi aðalfundur varð hildin í mars 1956. Skotið varð upp, at navn felagsins skuldi vera Kyndil, hóast okkurt annað eisini var í uppskoti, og liturin hjá felagnum skuldi vera grønur!

Venjingin byrjaði beinanvegin og onkur venjingardystur varð leiktur, áðrenn kappingin byrjaði.

Fyrsti dystur Kyndils
....var landskappingardystur í meðaldeildini (2. deild) hjá kvinnum 10. mai 1956. Manningin var hendan:

  • Elsa Patursson (Poulsen)

  • Alma Brend Jóhansson

  • Elsa Fonsdal (Debes)

  • Sólva Mortensen (Niclasen)

  • Nicolina Mikkelsen (Højgaard)

  • Rannvá Magnussen (Hentze)

  • Gunnbjørg Rubeksen (Jacobsen)

Dysturin var móti Neistanum og endaði 1-1, - Alma gjørdi málið og skrivaði harvið søgu við at skjóta allarfyrsta Kyndilsmálið!

Menninir spældu fyrstu ferð
.... venjingardyst sum meðaldeildarlið móti Neistanum 21. mai 1956. Úrslitið gjørdist eisini her 1-1.

Liðið var mannað soleiðis:

  • Dia Jacobsen

  • Pole Jacobsen

  • Jógvan Andras Joensen

  • Niklas J. Hansen

  • Viggo í Stórustovu

  • Vagnar Olsen

  • Hannis Jacobsen

  • Heðin Mikkelsen

Tað var Vagnar, ið gjørdi málið!  

Í 1956 tóku bæði kvinnuliðið og mansliðið lut í sokallaðu meðaldeildini (tað, sum nú verður rópt 2. deild). Tað vóru bara hesar báðar deildirnar til væl inn í seksti árini. Men longu í 1957 vóru menninir í meistaradeildini (1. deild), og teir vunnu meistaraheitið. Burtursæð frá, at meistaraheitið á gátufullan hátt varð strikað í 1961, so vann Kyndil á hvørjum ári heilt fram til 1968, tá ið VÍF streyk avstað við gullkrúnunum. Síðan er tað vorðið til enn fleiri meistaraheiti! Menninir hava vunnið heili 28 meistaraheiti og kvinnurnar 5.

Í byrjanini vóru sum kunnugt einans eitt kvinnulið og eitt manslið. Kappingin er síðan økt munandi, og nú hevur Kyndil limir heilt niður í 7-8 ára gamlar.   

Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo