Felagslóg
fyri Kyndil
Grein 1.
Navn felagsins er Kyndil og heimstaður tess er Tórshavn.
Endamál felagsins er:
At íðka hondbólt
og annan ítrótt, og virka fyri siðmennandi
ungdómsarbeiði við
røttum ítróttaranda.
Grein 2.
Ósømiligur og ljótur atburður felagnum til niðurløgu
verður ikki toldur. Stjórnin sektar brot á hesa grein við karantenu upp til 3 mánaðir,
ella við útliman.
Grein 3.
Ein og hvør, sum góðtekur felagslógina og sum vil gjalda tey gjøld
sum eru ásett og góðtikin á aðalfundinum, kann gerast limur í felagnum.
Lógin verður útflýggjað við innliman.
Grein 4.
Aðalfundurin velur 3 manna starvsnevnd, hesir eru:
Formaður, kassameistari og skrivari, sum samstundis er næstformaður. Hvør limur verður valdur
fyri seg. Starvsnevndin verður vald fyri 3 ár í senn, tó soleiðis at ein limur gongur út hvørt ár,
men kann verða afturvaldur.
Eisini velur aðalfundurin 3 manna umboðsnevndir til hvørja grein ið virkað verður í felagnum,
t.d. fundarnevnd, ítróttarnevnd, veitslunevnd, mentunnarnevnd. Hesir verða valdir fyri 1 ár í senn.
Umboðsnevndirnar skipa seg sjálvar við formanni. Ein tiltakslimur verður valdur fyri hvørja nevnd.
Starvsnevndarlimir kunnu ikki sita í umboðsnevnd, um nýggj grein verður skipa í árinum.
Grein 5.
Til grannskoðan av roknskapi verða valdir 2 grannskoðarar.
Roknskaparárið er frá 1. apríl til 31. mars.
Grein 6.
Aðalfundurin verður hildin í apríl mánaði á hvørjum
ári við hesi fundarskipan:
1. Formaðurin greiðir frá farna ári.
2. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
3. Innkomin mál.
4. a. val av einum limi í starvsnevndina.
b. val av umboðsnevndum.
c. val av tiltakslimum.
5. Ymiskt.
Aðalfundurin verður fráboðaður skrivliga til limirnar og verður lýstur í blaðnum seinast
14 dagar frammanundan og er viðtøkuførur við teim frammøttu.
Fyri at hava atkvøðurætt á aðalfundi, skal viðkomandi hava verið limur í felagnum minst
½ ár og verða fyltur 16 ár.
Grein 7.
Uppskot til lógarbroytan megu verða stjórn
felagsins í hendi minst 3 vikur áðrenn aðalfund. Fyri at lógarbroytan kann verða
framd, megu minst ⅔ av teim frammøttu limunum vera fyri broytanini.
Grein 8.
Eykaaðalfundur kann verða hildin tá øll
stjórnin, ella ein triðingur av limunum krevja tað.
Hann má verða lýstur minst 14 dagar frammanundan.
Grein 9.
Formaðurin í felagnum eigur at umboða felagið,
t.d. á aðalfundi Í.S.F. sum umboðsmaður felagsins. Kann hann ikki møta sjálvur,
skal hann fáa annan í staðin.
Grein 10.
Verður felagið avtikið, skulu ognir tess
falla til ungmannaarbeiði N.I.O.G.T.s (I.O.G.T.s) í Tórshavn.
Soleiðis samtykt á aðalfundi 21. mai 1991.
|