Framsíða

Um Kyndil

Viðtøkur

Hagtøl

Slóðir

Stuðlar

4. august 2009
Heilsan frá Igor

Nú ið summarið fer at halla, kunnu nógv hyggja aftur á uttanlandsferðir, har ið sólin hevur bakað næstan líka væl sum í Føroyum.

Sjálvur var eg sjálvur fjórði á ferð við bili niður ígjøgnum Evropa, har ið eitt av málunum var at vitja okkara fyrrverandi venjara, Igor, sum býr í Prag.

Og Igor var sera blíður. Mintist væl árini 1985-87, tá ið hann vandi bæði kvinnur og menn hjá Kyndli,og hann spurdi eftir ymisku leikarunum. Teir flestu mintist hann framvegis væl.

Hann var ógvuliga fegin, tá ið hann greiddi frá, at Kári Nielsen hevði verið á gátt hjá honum fyri nøkrumárum síðan.

Igor og konan Jitka búgva í útjaðaranum av Prag, har tey hava bygt sær stór hús. Hóast vit vóru fýra fólk, so var eingin trupulleiki hjá teimum at hýsa okkum øllum.

Igor bað okkum heilsa øllum í Kyndli, og vit skuldu samstundis boða frá, at gongur leiðin hjá tykkum ígjøgnum Prag, so eru tit hjartaliga vælkomin inn á gólvið.

Niels N
 

Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo