![]() |
|||||
|
16. august
2009 So verður aftur lagt til brots Fyri einum ári síðan hoyrdist, at tað var sera ivasamt, um Kyndil fekk mannað sítt besta manslið. Tað eydnaðist tó, og hóast útlitini vóru ikki tey besta seinasta heyst, so eydnaðist liðnum at koma í steypafinaluna, har ið tað gjørdi ein ordans vørr. Nú byrjar kappingarárið 2009/2010 skjótt, og kyndilsfólk eru helst spent at vita, hvussu støðan er í ár?? Jú, hon tykist at vera á góðari leið, og venjarin, sum framvegis eitur Dia Midjord, hevur góðar vónir. Hann ætlar, at liðið skal krúpa eitt vet upp á stigatalvuni í mun til í fjør, tá ið vit gjørdust nr 5. Dia sigur bart út, at ætlanin í ár er at liðið skal berjast um heiðursmerki!! Hvussu sær so manningin út, sum hevur sett sær so bjørt mál : Á liðnum verða fleiri kend nøvn, umframt yngri kreftir, sum vónandi fara at mynda eitt meistaralið í framtíðini. Hans Áki tekur eitt tørn aftrat, og onkur spyr, hví hann ikki skuldi tað. Hann hevði eitt gott kappingarár í fjør, er ikki meira enn farin um tey 30, og hann er fastur fúsur á landsliðnum. Við sínum royndum, eigur hann at gerast ein av undangongumonnunum á liðnum. Tað sama kann sigast um Bárð Johannesen, sum seinasta kappingarár fekk eitt slag av endurføðing sum hondbóltspælari. Eftir ein steðg upp á nøkur ár byrjaði hann aftur fyri at hjálpa sínum gamla felag. Og tað gjørdi hann sanniliga eisini. Hann hevði eitt rimmar kappingarár, og var kanska tað størsta stjørnuskotið í allari kappingini. Hann stóð seg so mikið væl, at hann gjørdist sjálvskrivaður á landsliðnum. Spennandi verður at fygja honum í vetur! Ken er ein annar av veteranunum, sum ætlar at leggja doyin á í vetur eftir at hann tók sær av løttum í fjør. Ungi, men tó royndi strikuspælarin, Hans Arni, verður eisini við. Hann er stinnur í verjuni, og nú ið hann helst verður fyrsta val á strikuni, vóna vit, at hann gongur bjartari framtíð á møti. Erlendur Johannesen var eisini ein teirra, sum vildi hjálpa felag sínum í fjør, og hann stóð fleiri góðar dystir í málinum. Hann heldur fram í ár. At kappast við seg hevur hann fingið Magnus Matras, sum seinasta vetur spældi við Neistanum, men sum kanska ikki rættliga slapp at royna seg, tí kappingin var so hørð. Magnus hevur áður spælt við Kyndli, og hann stóð seg sera væl kappingarárið 2006/07, tá ið vit vunnu meistaraheitið. Vit fegnast um, at Magnus er afturkomin og ynskja honum alt tað besta. Málmaðurin, sum Erlendur kappaðist við í fjør, Janus Jakobsen, hevur skift málmanstroyggjuna út við ta grønu og ætlar í ár, ístaðin fyri at forða fyri at mótstøðuliðið skorar, sjálvur at gera bart í hinum endanum á vøllinum. Ein spennandi roynd. Tíverri verður Janus Einar ikki við á liðnum í ár, men vónir eru um, at Høgni Klein fer at royna seg aftur. Hann meiddi seg sum kunnugt so illa í dysti í fjør, at ivasamt var við framtíð hansara sum hondbóltspælari. Vit krossa tó fingrar og vóna, at tað fer at bera til hjá honum. Hann hevði verið ein fongur fyri liðið. Ungi, evnaríki Tummas Pauli verður ikki við fyrru helvt av kappingini. Hann fer á eftirskúla í Danmark og fer at venja við felagnum Sønderjydske. Hann kemur tó uppaftur á jólum, væltrimmaður til endaspælið. Aðrir ungir, sum sluppu at royna seg í fjør vóru Rani Ellingsgaard, Torvald Abrahamsen og Julian Johansen. Teir eru framtíðin, og tað verður spennandi at fylgja teimum komandi árini. Torvald gjørdi rættiliga vart við seg í fjør, tá ið hann debuteraði á landsliðnum og skoraði sítt fyrsta landsliðsmál. Kristoffur Kristoffersen, sum var á vinnandi unglingaliðnum í fjør, verður ein av teimum ungu,sum sleppur at royna seg í bestu deildini í vetur. Við í venjingini eru somuleiðis teir báðir 15 ára gomlu Eirikur Simonsen og Jóhan á Plógv, men hóast teir neyvan fáa spælitíð í Atlantic Airways kappingini beinanvegin, so verða teir sjálvskrivaðir á fremsta mansliði Kyndils um nøkur ár, um teir taka uppgávuna í álvara. Jú, tað grør um gangandi fót! Vit gleða okkum til kappingina og vóna sjálvandi, at málini verða rokkin. Vit hava eitt spennandi lið við bæði royndum og ungum evnaríkum leikarum
|
|||||
|
Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo |
|||||