Framsíða

Um Kyndil

Viðtøkur

Hagtøl

Slóðir

Stuðlar

16. desember 2009
Rimmar konsert 2. jólakvøld

Tíðindaskriv frá Kyndil

2. jólakvøld er tiltikið veitslukvøld. Aftur í ár skipar Kyndil fyri tí vælumtókta 2. jólakvøldsdansinum í høllini á Hálsi. Dyrnar lata upp kl. 23, og á palli verða Uni Arge, Rannvá Vesturklett band og Countrykongurin Hallur Joensen við orkestri.

Hetta er ein forkunnugur møguleiki at uppliva Una Arge á palli, eftir at hann veruliga hevur fingið vind í seglini eftir tær báar fløguútgávurnar ”Mitt í sjónum” og ”Meldurtíð”.

Á midnátt kemur Rannvá Vesturklett band á pall. Mong kennast møguliga ikki við nýggja navnið, men hetta eru frámúr tónleikarar við drúgvum royndum. Bulurin í bólkinum hevur spælt saman í bólkinum Twilight í áratíggir. Teir hava brynja seg út við frálíku songkvinnuni Rannvá Vesturklett sum forsangara. So lat ongan iva vera um, at hesin bólkurin kann fylla eitt hvørt dansigólv.

Tað er bara ein countrykongur í Føroyum, og er tað Hallur Joensen. Hetta hevur hann aftur so staðiliga staðfest við nýggju fløguútgávuni ”Smile”. Eins og í fjør fáa vit gleði av at hoyra Hall við framúr bólki sínum í høllini á hálsi 2 jólakvøld. Hallur sigur seg og bólkin vera í stórformi í løtuni, so óivað fáa vit eitt rimmar dansikvøld á Hálsi 2. jólakvøld.

Fyrireikararnir hava gjørt nógv fyri, at karmarnir eru góðir, og væntandi vera tað mong, sum aftur í ár leita sær niðan á Háls 2. jólakvøld til eitt frálíkt kvøld.

Atgongumerki eru at fáa í forsølu í teimum 5 Fast handlunum: í Gundadali, Kollafirði, Skálabotni, Saltangará og í Klaksvík fyri einans 175 kr. Um tað ikki verður útselt, kunnu atgongumerki keypast við dyrnar 2. jólakvøld frá kl 22 og er prísurin tá 200 kr. Tiltakið endar kl 04.Hví ikki gleða onkran á jólum við at geva eitt atgongumerki í jólagávu?

Kyndil


 


 


 


 

Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo