Framsíða

Um Kyndil

Viðtøkur

Hagtøl

Slóðir

Stuðlar

1. mars 2010
Gentur 12 eru føroyameistarar


Herdis Petursdóttir Í Gong, Milja Simonsen, Marianna Geirsdóttir Eystberg, Gudrun Restorff Olsen,
Kristina Skaalum Gunnarstein, Lív F. Arge, Sóley Einardottir Jacobsen, Jóna Kristoffersen

Í steypafinalunum herfyri vunnu fimm lið úr Kyndli gullmerkir, og nú landskappingin er farin at halla, er fyrsta FM-heitið eisini komið til høldar.

 
Gentur 12 vóru leygardagin í Klaksvík og spældu ímóti Stjørnuni. Tær vunnu 8-2.
 
Úrslitið hevði við sær, at Kyndil kom upp á 18 stig fyri níggju dystir, og greitt er, at onki lið kann fáa Kyndil aftur.
 
Gentur 12 vunnu eisini steypkappingina, tá stóri steypafinaludagurin var á Hálsi, og tí eru tær greipuvinnarar í 2009/2010.
 
Geir Wardum hevur verið venjari hjá gentunum, og hann fegnast sum vera man um úrslitið:
 
"Vit hava í ár havt 12 gentur, sum hava møtt trúliga upp til venjing. Sum árið hevur liðið, eru tær vorðnar alt meira samanspældar, og tað rakk so til at vinna báðar kappingarnar," sigur Geir.
 
Hann heldur, at gentur 12 hava fingið nógv burturúr, at tær av og á hava spælt venjingardystir ímóti gentum 14b. Har hava tær fingið mótstøðu, sum er komin teimum til góðar í kappingardystunum.

 

 

 

Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo