![]() |
|||||
|
3. februar
2010 Upp- og niðurflyting Eitt sindur av práti hevur seinastu tíðina verið um, hvørt vit skulu halda fast um ta skipanina, sum sigur, hvussu farast skal fram í samband við upp- og niðurflyting millum bestu deildir okkara í hondbólti. Síggi at Vagnur á snotiligu heimasíðuni hjá Neistanum er púra vísur í, at sjálvsagt eiga vit at halda fast um hesa skipan, meðan aðrir, m.a. Jústines Justinussen, ikki eru so samdur við honum. Serliga hava teir viðgjørt Sunset deildina. Lat meg tí taka Atlantic Airways deildina, har 5 lið í løtuni stríðast fyri at sleppa undan at flyta niður. Niðurflyting úr bestu mansdeildini hevur ikki verið gerandiskostur í mong ár. Seinast tað var aktuelt var í 1998, men tá tók HSF ta avgerð, at ístaðin fyri at lata aftasta liðið flyta niður, so varð økt um talið á liðum í bestu deildini við tí liðnum, ið lá ovast í næstbestu deildini. Tað varð gjørt, hóast kappingarskipanin eisini tá hevði greiðar reglur fyri upp- og niðurflyting. Eftir mínum tykki er tað tað einasta rætta at gera í ár eisini, tí í veruleikanum hava vit onga flyting millum deildir yvirhøvur!! At talan er um tað í ár, er rein tilvild. Vagnur ger vart við, at hetta við upp- og niðurflyting er við til at gera kappingina meira spennandi? Jú, tað átti tað at gjørt! Men vit hava onga niðurflyting havt í mong Harrans ár, og eg veit einki um, at tað hevur oyðilagt kappingina. Sum støðan er nú, so tænir tað ongan endamáli at flyta eitt av verandi liðum í AA-deildini niður í næstbestu deildina. Tað tænir ikki hondbóltinum, men er eitt stórt afturstig hjá tí liðnum, sum verður svartiper. Kanska tað verður Kyndil ella VÍF, sum uttan at siga ov nógv, hava verið liðini, sum hava borið landskappingini uppi seinastu meira enn hálvu øldina! Við eini skipan, sum varð brúkt á hvørjum ári, -also um upp- og niðurflyting var ein sjálvsagdur partur av kappingini, so kundi tann viðmerkingin ikki brúkst til nakað sum helst, men í verandi støðu átti hon at talt við saman við tí, at HSF hevur einaferð áður strikað niðurflyting (1998), og somuleiðis við tí í huga, at vit í veruleikanum ikki hava nakra skipan við upp- og niðurflyting, hóast kappingarskipanin sigur tað! Tí tæna vit hondbóltinum best, um vit beinanvegin gera av, at frá komandi kapping verða 7 lið í AA-kappingini. Eitt argument aftrat : Nýggja liðið, sum flytur upp, fær veruliga møguleikan til at menna seg, uttan at óttast fyri eini skjótari niðurflyting. Sjálvandi eiga vit at stremba eftir at fáa skipanina at rigga, men við einans 7 liðum, er tað utopi at hugsa um at menna nakað sum helst við at halda fast um eina skipan, sum reelt ikki er til!
|
|||||
|
Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo |
|||||