Á fundi
í
hølunum
hjá
Kyndli í
gjár 1.
mars var
nýggja
nevndin
í
felagnum
á fyrsta
sinni
savnað,
síðan
hon varð
vald á
eykaaðalfundinum
mikukvøldið
24.
februar.
Við á
fundinum
var
eisini
fráfarna
nevndin,
sum
hevur
gjørt
eitt
stórt
arbeiði
fyri
felagið
og í
gjár
handaði
nývaldu
nevndini
kyndilin
at føra
felagið
víðari.
Nú
kappingarárið
er farið
at
halla,
kann
Kyndil
fegnast
um, at
væl
hevur
gingist
í flestu
deildunum,
og at
fleiri
heiðursmerki
aftrat
teimum,
sum
vunnin
eru,
kunnu
koma í
hús.
Nýggja
nevndin
ætlar í
næstum
at hava
samband
við øll,
ið hava
uppgávur
í
felagnum,
til tess
at
eftirmeta
verandi
kappingarár
og
fyrireika
kappingarárið
2010/2011.
Stórur
spenningur
er
framvegis
um,
hvussu
Atlantic
Airways-kappingin
fer at
enda, og
málið
hjá
Kyndli í
løtuni
er at
røkka
finaluplássinum,
sum so
stór
kapping
er um.
HSF
hevur
boðað
frá, at
tikið
verður
upp til
viðgerðar,
hvussu
Sunset-kappingin
og
Atlantic
Airways-kappingin
skulu
skipast
komandi
kappingarár.
Kyndil
verður
ein
virkin
luttakari
í hesum
og øðrum
orðaskiftum
á teimum
HSF-fundum,
ið
verða.
Nýggja
nevndin
vónar at
fáa eitt
gott
samstarv
við
venjarar,
spælarar,
foreldur,
hjálparfólk
og
stuðlar
hjá
Kyndli.
Eisini
fer
nevndin
at
leggja
dent á
at hava
eitt
gott
samstarv
við HSF
og øll
limafeløgini
føroyskum
hondbólti
at
frama.
vegna
nevndina
Anna Rein,
forkvinna
Uni Arge,
næstformaður