Framsíða

Um Kyndil

Viðtøkur

Hagtøl

Slóðir

Stuðlar

3. februar 2010
Hvørki liðið megnaði at binda fyri

Kyndil – H71 28 – 28 (15-13)

Nei, hvørki Kyndil ella H71 vóru før fyri at binda knút á posan, hóast bæði høvdu møguleikan.

Kyndil var á odda 17-13 stutt inn í seinna hálvleik, men ístaðin fyri at konsentrera seg fyri at økja um munin, so blakaðu teir 3-4 bóltar búrtur, og áðrenn vit vistu av, vóru hoyvíkingar á odda 21-18.

Hesin munurin øktist til 4 mál, men tíbetur fyri okkum, so megnaðu heldur ikki hoyvíkingar at gera arbeiðið liðugt, og Kyndil kundi tí vi einum sera intensum innsatsi seinastu 5 minuttirnar bjarga sær tað eina stigið.

Dysturin var spennandi og intensur, men spælararnir vóru alt og febrilskir, og tí vóru sera nógvir bóltar mistir ella beinleiðis blakaðir burtur. Bæði liðini kappaðust um at vera best í so máta.

Men til tíðir var gott spæl at síggja. Kanska er tað mítt eyga, sum sær skeivt, men betra liðið við teimum góðu løtunum, haldi eg var Kyndil. Tá vístu teir eisini nakað av tí besta, teir hava spælt í ár. Innspælingarnar hjá Høgna til Janus Einar á strikuni vóru framúr, og tá ið Janus Einar var í essinum (sum oftast), so fingu vit fleiri frálík mál at síggja.

Eftir sera vánaliga spælið í Vestmanna sunnudagin, sum tó gav 2 stig, so reistu kyndilsmenn seg leikliga sæð í dag og sýndu okkum, at teir kunnu, tá ið vilji er til staðar.

Liðið : Magnus, Høgni K. O., Regin, Bárður, Josef, Julian, Janus Einar, Høgni K., Hans Áki, Erlendur, Ken, Tummas Pauli, Torvald

Málskjúttar : Janus Einar 8, Bárður 7, Høgni K. 4, Josef 3, Hans Áki 2, Tummas P. 2, Høgni K. O. 1, Ken 1.

    

   

Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo