
Teir
vunnu
steypakappingina
fyrr í
ár, tá
teir
bastu
H71 í
finaluni,
og nú
hava
dreingir
17A hjá
Kyndli
eisini
vunnið
FM-heitið.
Dreingir
17A hava
verið
flúgvandi
í ár.
Liðið
hevur
vunnið
allar sínar
átta
dystir
higartil og
er ovast
við 16
stigum,
og eftir
farna
vikuskifti
gjørdist
greitt,
at onki
lið kann
fáa teir
aftur í
FM-kappingini.
Dreingir
17B hava
eisini
havt
eitt
gott
kappingarár og
enda
annaðhvørt nr.
2 ella
3 í
B-bólkinum.
Hjalmar
Klein
Olsen
hevur
vant
dreingir
17, og
hann
heldur,
at talan
er um
ein
góðan
árgang,
sum
skjótt
kann
fara at
síggjast
aftur í
føroyskum
vaksnamannahondbólti.
"Árgangurin
er ein
blandingur
av sera
góðum
tekniskum
spælarum
og
stríðsmonnum,
sum hava
staðið
seg væl,
síðan
teir
vóru
dreingir
12.
Fleiri
teirra
hava í
ár
eisini
gjørt
seg
galdandi
í
mansunglingum,
í 1.
deild og
í
Atlantic
Airways-kappingini,"
sigur
Hjalmar.
Dreingir
17A eru
næsta
liðið
hjá
Kyndli,
sum vinnur
greipuna.
Gentur
12
gjørdust
eisini
greipuvinnarar
farna
vikuskifti.
