
Nú hava
trý lið
hjá
Kyndli í
ungdómsdeildini
vunnið
bæði
steypakappingina
og
landskappingina.
Í
gjárkvøldið
var
dystur
ímillum
Neistan
a og
Neistan
b hjá
gentum
17, har
Kyndil
hevur
ligið á
odda í
alt ár.
Um
Neistin
b vann
dystin,
var
greitt,
at
Kyndil
gjørdist
føroyameistari.
Og
Neistin
b vann
við
trimum
málum á
Neistanum
a.
Sostatt
kunnu
hvørki
Neistin
a ella
Neistan
b koma
fram um
Kyndil,
sum
spælir
seinasta
dystin
ímóti
VÍF í
Vestmanna
leygardagin.
Geir
Wardum
hevur
vant
gentur
17, og
hann
hevur
sostatt
hálað
tvær
greipur
heim til
felagið
í ár, tí
hann
venur
eisini
gentur
12, sum
vunnu
greipuna
farna
vikuskifti.
Dreingir
17, sum
Hjalmar
Klein
Olsen
venur,
eru
eisini
greipuvinnarar.
Spælararnir,
sum
manna
gentur
17, hava
gjørt
fleiri
góð hál
í bæði
landskapping
og
steypakapping,
síðan
tær
spældu við
gentum
10.
Liðið
spælir
sera
væl, tá
tað
spælir
best,
men
hevur
eisini
havt
avbjóðingar
í ár,
serliga
ímóti
liðunum
hjá
Neistanum.
Nakrar
av
gentunum
á liðnum
royndu
seg á
besta
kvinnuliðnum
hjá
Kyndli í
ár. M.a.
vóru
bæði 14
og 15
ára
gamlar
gentur á
liðnum
við til
at vinna
á
Sunset-liðunum
hjá
Neistanum
og VÍF í
steypakappingini.
