![]() |
|||||
|
4. oktober
2009 Viljin var við á vøllinum í dag VÍF - Kyndil 29 – 31 (16-12) Skjótt reistu teir seg eftir vánaliga avrikið seinasta sunnudag móti StÍF. Tann dagin var talan um eitt máttleyst kyndilslið, men í dag høvdu teir allir viljan við sær inn á vøllin, og tá eydnast eisini nógv meira. Ein spennandi og til tíðir væl leiktur dystur var tað, ið vit sóu. Eftir fyrra hálvleik boðaði einki frá, at tað fór at eydnast Kyndli at basa vestmenningum, sum vóru á odda 16-12. Allan hálvleikin vóru teir frammanfyri við 2-3 málum, og Sámal var í essinum og langaði bóltin í netið ferð eftir ferð. Gongdin var tann sama 10 teir fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki, men tá kom vend í! Kyndil fór upp á 5 minuttir frá 18-20 til 22-20, og tá hugdu teir ongantíð aftur um seg aftur. Tríggjar høvuðsorsøkir vóru til vendina : Erlendur, sum var komin í málið tíðliga í fyrra hálvleiki, tók tað mesta av tí, ið kom – hann stóð ein brand dyst – mansverjan av Sámali riggaði til fulnar og til seinast, so góvust okkara menn at finnast at dómarunum. Tað høvdu teir gjørt í so nógv av í fyrra hálvleiki. Eitt annað stórt ljóspunkt var í dag. 16 ára gamli Høgni Klein Olsen spældi tað mesta av seinna hálvleiki á vinstra veingi, og tað gjørdi hann sera væl. Trý mál gjørdi hann frá spískum. Einki við at langa til, tá ið hann skjeyt, - nei, hegnisliga setti hann bóltin sera tekniskt upp í handara málhorn uttan møguleika hjá tí roynda Eli at gera nakað við hann. Genialt av einum so ungum manni, sum leikti sín allarfyrsta dyst á besta liðnum!! Við hasum hugburðinum, sum kyndilsmenn sýndu okkum serliga í seinna hálvleiki, so eiga teir at kunnu taka stig frá øllum hinum liðunum í bestu deildini. Teir stríddust allir sum ein. Bæði teir royndu menninir, og teir ungu. Her er talan um nógv gott fólk, so vit hava okkurt at gleða okkum til. Saman við Dia á beinkinum í dag, sat nýggi málmansvenjarin, Zeljko Jotic. Liðið : Magnus, Erlendur, Torvald, Julian, Rani, Høgni Klein Olsen, Hans Áki, Josef, Janus Einar, Bárður, Høgni Klein, Ken. Málskjúttar : Janus Einar 7, Bárður 6, Hans Áki 5, Høgni Klein 5, Høgni Klein Olsen 3, Julian 2, Josef 2, Ken 1. |
|||||
|
Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo |
|||||