Hóskvøldið
4. mars
var
fundur í
ÍSF-húsinum
millum flestu
feløgini í
HSF um,
hvussu
hondbóltskappingin
skal
skipast
komandi
kappingarár.
Fleiri
feløg
hava
ynskt,
at
Atlantic
Airways-deildin
og
Sunset-deildin
verða
víðkaðar,
so Team
Klaksvík
legst
aftrat í
bestu
mansdeildini,
og
sleppast
kann
undan,
at VB
ella
StÍF
flyta
niður
hjá
kvinnunum.
Feløgini
samdust
á
fundinum
um, at
deildirnar
skulu
víðkast
upp í
mesta
lagi
átta lið
frá
kappingarársbyrjan
2010/2011.
Nærri
verður
samráðst
á einum
komandi
limafundi
um,
hvussu
hetta
verður
gjørt,
stendur
eisini í
fráboðan
til HSF,
sum
Neistin,
KÍF,
Kyndil,
VÍF,
H71,
StÍF,
Team
Klaksvík,
Tjaldur,
VB og
Sóljan
hava
skrivað
undir.
Feløgini
halda,
at tað
tænir
ongum
endamáli
fyri
hondbóltin,
at eitt
av
teimum
fimm
sera
jøvnu
liðunum
í
Atlantic
Airways-kappingini ella
VB í
Sunset-deildini
flyta
niður. Tvørturímóti
er
umráðandi
at menna
hondbóltin
soleiðis,
at hann
røkkur
so langt
út um
landið
sum
gjørligt.
Ført
varð
fram á
fundinum
hóskvøldið,
at tað
mest
upplagda
í
kapping
millum
lið er,
at
liðini
bæði
kunnu
vinna og
flyta
niður.
Men
eru talið
á
liðum og
landafrøðiliga
spjaðingin
avmarkað,
má
víkjast
frá hesi
høvuðsreglu,
og tí
mæla
feløgini
til at
víðka
deildirnar.
Kyndil
hevur
ikki
havt lið
í bestu
kvinnudeildini
í ár,
men hevur
vunnið 1.
deild og
skal tí
spæla í
Sunset-deildini
næsta
kappingarár.
Spurningurin
er so,
um
eisini
Sóljan
flytur
upp sum
áttanda
liðið.
Í bestu
mansdeildini er
stórur
spenningur
um, hvør
endar í
finaluni
ímóti
Neistanum.
Kyndil
spælir
sunnudagin
kl.
16.00
ímóti
júst
Neistanum,
og
okkara
menn
hava
boðað
frá, at
teir
ætla sær
at vinna
dystin.
Av
áskoðaraplássunum
ætla
vit, at
hetta
eisini
skal
síggjast
og
hoyrast!