Framsíða

Um Kyndil

Viðtøkur

Hagtøl

Slóðir

Stuðlar

7. februar 2010
Góðir venjarar eru gull verdir

Næsta vikuskifti verða sum kunnugt steypafinalurnar í hondbólti leiktar, og sum vit áður hava boðað frá, so er Kyndil við í 6 av teimum 10 finalunum. Nógv betri kann tað illa gerast.

Ofta verður sagt, at tá ið tað gongur illa hjá einum liði, so er tað tí, at venjarin er ikki nóg góður, og tá ið alt gongur eftir vild, so er tað tí, at leikararnir eru góðir!

Veruleikin man vera ein kombinatión av hesum báðum. Sjálvandi skulu leikararnir duga okkurt, skulu teir vinna dystir, men tað hevur sanniliga stóran týdning, at venjarin tekur uppgávu sína í álvara, so at leikararnir trúgva uppá hann.

Hyggja vit eftir hvørjir venjararnir eru, sum standa á odda fyri liðum okkara, sum komin eru í finaluna, so kunnu vit ikki annað enn lata væl at.

Her er talan um tilkomin seriøs fólk, sum taka uppgávu sína álvarsligt :

Geir Wardum venur bæði gentur 17 og gentur 12. Geir er uppvaksin í Kyndli, her hann hevur verið virkin heilt frá smádreingjaárum. Var nøkur ár í Klaksvík, men var skjótur aftur á gamlar gøtur, tá ið hann fyri nøkrum árum síðan flutti aftur til Havnar. Í Geir eigur felagið ein sera hollan venjara, og bæði liðini hjá honum liggja eisini klárt á odda í landskappingini, sum nú líður móti endanum.
 

 

 

Birgir Sondum og Linda Weihe hava í ár tikið sær av gentum 14. Birgir er virkin á so mongum økjum. Seinastu umleið 30 árini hevur hann í Kyndli bæði verið leikari í mong ár, dómari hevur hann eisini verið og umframt at hann hevur verið venjari hjá mongum ungdómsliðum í felagnum øll hesi árini, so hevur hann verið nevndarlimur, samstundis sum hann eisini hevur verið formaður.
Linda er ein av yngru leikarum okkara, sum nú í nøkur ár hevur verið virkin á besta kvinnuliðnum. Hon fær góðar venjararoyndir saman við Birgir.
Gentuliðið hjá Birgiri og Lindu kappast við Neistan um FM-heitið, har liðini eru sera jøvn.

Hjalmar Klein Olsen er venjari hjá dreingjum 17 samstundis sum hann hjálpir Dia við AA-liðnum.
Hjalmar er vestmenningur, spældi í mong ár við VÍF, har Kyndil ofta var harðasta mótstøðulið hansara. Hann hevur í fleiri ár búð í Havn, og í Kyndli hava vit verið so heppin at hava notið gott av hansara venjaragávum. Núverandi unglingaliðið hevur Hjálmar verið trúgvi venjarin hjá síðan teir gjørdu sínar fyrstu royndir í hondbólti, og hann hevur saman við dreingjunum vunnið felagnum fleiri meistaraheiti.
Í landskappingini liggur liðið hjá Hjalmari eisini klárt á odda og verður neyvan tikið.
 

Uni Wardum og Hannis Wardum venja dr. 12. Hannis hevur sum so mangur annar við eftirnavninum Wardum slitið sínar barnaskógvar í Kyndli, meðan bróðirin Uni kom úr Neistanum fyri nøkrum árum síðan. Teir hava báðir verið fastir fúsar í 1. deildarliðnum, teir hava dømt saman í fleiri ár, og teir hava eisini roynt seg sum venjarar, bæði hjá kvinnum og monnum.
Liðið hjá teimum báðum brøðrunum liggur á odda í landskappingini.
Umframt øll hesi ungdómsliðini, sum eru komin í steypafinaluna, so er eisini besta manslið okkara í finaluni, sum verður leikt leygardagin 13. februar, sum ungdómsfinalurnar verða leiktar dagin eftir.

Fyri venjingini hjá monnunum standa Dia Midjord og Hjalmar Klein Olsen. Tað hevur gingið upp og niður í landskappingini í ár, og niðurflyingarvandin spøkir framvegis. Men tað hevur so eydnast at spæla seg í steypafinaluna triðja árið á rað. Hesaferð verður tað aftur móti Neistanum, sum vann avgerandi dystin í fjør 26-25. Tað var ein tættur dystur, har vit brendu brotskast í seinastu løtu.
Dia hevur grønt blóð í æðrunum. Var ein av stuðlunum á mansliðnum seinnapartin av áttatiárunum og tað besta av nítiárunum. Síðan tá hevur hann virkað sum venjari, bæði í Kyndli og í øðrum feløgum.

Vit í Kyndli eru sera fegin um og takksom fyri, at vaksið fólk og fyrrverandi hondbóltsspælarar, taka sær av at venja yngru leikararnar. Tað gevur úrslit. Tað síggja vit her.

Vit kunnu bara enn einaferð staðfesta, at framtíðin hjá okkum, bæði tá ið talan er um kvinnur og menn, ja, hon er bjørt.

Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo