Framsíða

Um Kyndil

Viðtøkur

Hagtøl

Slóðir

Stuðlar

7. mars 2010
Kyndil skákaði Neistan í trý korter

1. manslið hjá Kyndli spældi ein sera góðan fyrra hálvleik ímóti Neistanum í dag, og hálvleiksstøðan var 15-14 til Kyndil. 
 
10 minuttir inn í seinna hálvleik bendi onki á, at Neistin skuldi vinna 34-27, sum endaliga úrslitið gjørdist, tí tá var støðan 21-21.
 
Men júst hesa løtuna, tá Neistin kom upp á javnt, eftir at Kyndil hevði verið eitt og tvey mál frammanfyri allan dystin, steðgaði Kyndil mestsum upp, og Neistin fór til stroks.
 
Kyndilsfólk vóru heldur ovfarin, tá dysturin var liðugur, tí tá 40 minuttir vóru farnir av dystinum, helt grøna áskoðarafjøldin, at Kyndil eins væl kundi vinna dystin.
 
Kanska mistu okkara menn trúnna á sigurin, tá Neistin fór trý mál framum 25-22. Og kanska gjørdi tað ov stóran mun, at Neistin setti Inga Olsen á vøllin í seinna hálvleiki.
 
Við Inga Olsen fingu teir bláu skipað seg betur í álopi og verju, og langt gjørdist millum málini hjá Kyndli, serliga millum 43. minutt og 53. minutt.
 
Hvussu var og ikki ímóti endanum, so vístu okkara menn nógv gott spæl og góðan stríðsanda tey umleið trý korterini, vit vóru við í dystinum, og Kyndi kann saktans byggja á hetta undan VÍF-dystinum komandi vikuskifti.
 
VÍF hevur nú 16 stig á 2. plássi. Kyndil hevur 15 stig, og vinna vit á VÍF, eru vit á finalukós. Røkka vit finaluni, sleppa vit aftur at dystast ímóti Neistinum, og sum Hans Áki Dal-Christansen segði eftir steypafinaluna, so kunnu vit taka teir tá.

Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo