![]() |
|||||
|
14. februar
2010 Vit fullu við æru Steypafinala Neistin – Kyndil 31 – 27 (17-12) Nú veit eg, at tað verður ikki Hans Linberg, ið Neistin fær heim til FM-finaluna. Teir hava Edvardsen ! Men kanska tað verður Lars Christiansen?? Hvør veit? Annað árið á rað taptu vit steypafinalu móti Neistanum, og tað er sjálvsagt beiskur biti at svølgja. Men var tað ikki tað, so var tað heldur ikki so stuttligt og spennandi. Tað skal verða sagt beinanvegin, at Neistin vann ein uppibornan sigur, hóast okkara menn stríddust allan dystin . Neistin var greiður favorittur undan finaluni, tá ið vit hugsa um støðuna í AA-kappingini og manning teirra. Tá ið teir so haraftrat til hendan eina dystin fáa sær danskan landsliðsmálverja at hjálpa sær, so gerast teir ikki minni favorittar. David Edvardsen spældi ein sera góðan dyst, og alt eydnast hjá honum. Kyndilsmenn vita, hvat tað er at vinna, og teir vildu ikki bakka fyri so kompaktari mótstøðu. Gamaní vóru neistamenn á odda allan dystin og fingu sær í fyrra hálvleiki eina 4-máls leiðslu, sum helt allan dystin, meira ella minni. Men ongantíð eydnaðist teimum at skræða seg heilt leysar og fáa kyndilsmenn at missa pippið. Ístaðin fyrikomu teir afturíaftur hvørja ferð. Tað var júst tað, sum var so gleðiligt hjá okkum viðhaldsfólki at uppliva. Móti endanum minkaðu teir enntá um munin niður í 2 mál, men tá blakaðu teir tá, tíverri, tvey álop í føvningin á neistamonnum ístaðin fyri kanska at javna. Tað var strævið allan dystin at renna aftaná og ógvuliga tungt. Tó hildu kyndilsmenn á at renna og góvust ongantíð á hondum. At verða aftanfyri 12-17 í hálvleikinum og tó ikki falla í fátt, tað boðar frá góðum. 2. hálvleik vann Kyndil enntá við einum máli. Tað vóru eisini greið boð frá Hans Áka á portalinum eftir dystin : vit taka teir í FM-finaluni!! Soleiðis skal tað vera! Við hasum innstillinginum, so ber tað eisini til við røttu vápnunum. Vit gleða okkum. Ilt er at taka nakran av okkara leikarum fram um nakran annan, men Tummas Pauli var sera góður, og tað var Josef eisini. Langt síðan, at vit hava sæð hann so ágrýtnan.
|
|||||
|
Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo |
|||||