15. februar
2010
Eitt sindur um finalurnar sunnudagin
Tíverri lá ikki fyri at síggja nógv av g12 og dr. 12, men tað
ið eg sá, vóru tey røsk lið ið kempaðu væl, og nógv góð mál
vóru at síggja, og eisini gott málmannspæl.
G14, hesin dysturin kundi fara báðar vegir. Neistin førdi frá
byrjan, har okkara gentur høvdu nervar og spælið var ikki so flótandi,
men verjan var tað betra. Men so kom vend í, og okkara gentur skoraðu
og verja stóð væl. Í seinna hálvleiki kom vend í okkara spæl og tú sá,
hvussu nógv tær vildu vinna. Hesin dystur var tann mest spennandi
dysturin av øllum dystum hjá Kyndli. Høgt tempo og reint spæl, her
var nógv meira tempo á, enn tá ið vit spældu í g14.
G17, har var ongin ivi hvør fór at vinna, tær settu tempo
á frá
byrjan, men so byrjaði Kyndil at kiksa, og H71 gjørdi
eisini nógvar tekniskar
feilir. H71 fekk Kyndil til at fylgja teirra tempo, so dysturin var
ikki so góður. Men sjálvt um Kyndil kiksaði megnaði H71 ongantíð at
hótta Kyndilsgenturnar.
Dr17, her løgdu dreingirnir hart út, og løgdu seg á odda. Teir
vóru frammanfyri við 10 málum eina løtu. So hevði H71 málmaðurin
nógvar góðar bjargingar og teir skoraðu i hinum endanum. Teir komu niður á
4 mál, men so byrjaði Jan Pauli at taka nakrar bóltar og álopið
bleiv meir flótandi og teir skoraðu.
Har vóru nógv fólk, ið hugdu, tað var sera stuttligt at síggja.
Børnini hildu tað verða sera stuttligt at renna inn og verða rópt
upp, bara tað, at tað var gjørt so nógv burtur úr var
frálíkt.
Eisini at okkara ungdómsdeild hevði fingið Faxe Kondi sum
sponsor. |