Framsíða

Um Kyndil

Viðtøkur

Hagtøl

Slóðir

Stuðlar

19. oktober 2009
Púra óneyðugt tap

Eftir at hava summað meg eftir dystin móti H71 í Hoyvíkshøllini í gjár, má eg ásanna, at tað heldur var Kyndil sum tapti enn H71, sum vann!

Tað er eingin uggi, men bert ein ásannan, tí handan dystin áttu vit at vunnið.

Onkur av trúgvu áskoðarunum helt fyri eftir dystin, at antin var orsøkin til vánaliga avrikið tann, at armarnir á kyndilsmonnum vóru ikki komnir niður aftur eftir flotta sigurin móti Neistanum fyri viku síðan, ella eisini var orsøkin tann, at allir menn høvdu verið í veitslu hjá HB ella B36 í gjárkvøldið!!

Ein triði møguleiki er sjálvsagt, at vit høvdu vunnið frammanundan?? Also undirmett hoyvíkingar??

Ikki veit eg, men hatta var ikki nóg gott. Tann rætti hugburðurin var ikki við á vøllinum í dag, og einar 5-6 ferðir vórðu bóltarnir beinleiðis tveittir burtur uttan at menn vóru pressaðir.

Tað er spell at konstaterað, tí bæði móti VÍF og ímóti Neistanum var avrikið so framúr, at menn okkara longu hava prógvað, at teir hava møguleikan fyri góðum úrsliti, líka mikið hvat mótstøðuliðið er.

Vendin í dystinum í dag kom einar 10 minuttir inn í seinna hálvleik, tá ið hoyvíkingar høvdu ein mann útvístan, men kortini skoraðu tvær ferðir og komu framum við tveimum málum. Eitt týðiligt prógv um, hvussu leikur var í dag.

Annars gekk hampiliga væl í fyrra hálvleiki, sum var javnur. Tá ið floytað varð eftir fyrstu tretivu minuttirnar, var H71 á odda 14-13.

Hendan gongdin helt á til ræðuligu løtuna í seinna hálvleiki, tá ið munurin bráddliga gjørdist 5 mál. Tann munurin gjørdist ov tungur at vinna inn aftur, tá ið nú eingin viðgongd var.

Dysturin var sum heild einki prýði fyri hondbóltin, men stuttligt var tó at síggja Poul Kjartan Dam hjá hoyvíkingum, sum helst spældi sín lívs dyst. Tað var næstan líka mikið, hvat ið hann gjørdi, so eydnaðist tað, og kyndilsmenn fingu ov sjáldan fatur í honum. Hann gjørdist eisini greiður toppskjútti við 14 málum.

Besti maður hjá okkum í dag var Magnus, sum stóð í málinum mest sum allan dystin. Tað var tó ein trupul uppgáva hjá honum, tí hoyvíkingar sluppu ov ofta og ov lætt til skot. Heldur ikki verjan riggaði sum hon átti. Eisini her vóru fleiri misskiljingar.

Hoyvíkingar bardust væl í verjuni og lógu frammi í spælskipara okkara. Kanska var tað tað, sum hevði við sær, at arbeitt varð ov nógv í sjálvdrátti, og tað er sjáldan, at tað ber á mál.

Spell var tað, at tað skuldi kiksa í dag, tí tað hevði verið hugaligt at ligið millum fremstu liðini.

Men : kappingarárið er framvegis ungt, og eingin ivi er um, at vit hava eitt gott lið við royndum og við ungum kreftum.

Vónandi fer eftirmetingin av hesum dystinum at bera á mál næstu ferð.

H71 – Kyndil 29 – 25 (14-13)

Líðið í dag : Magnus, Erlendur, Høgni Klein Olsen, Bárður, Josef, Julian, Høgni Klein, Rani, Hans Áki, Ken, Torvald og Kristoffur.

Málskjúttar : Bárður 8, Joesf 7, Høgni Klein 5, Julian 2, Hans Áki 1, Ken 1 og Kristoffur 1
 

Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo