![]() |
|||||
|
27. september
2009 Taptu móti 1+2 = 3 monnum Eftir at hava fylgt við fyrsta korterið móti StÍF fór alt í fisk hjá kyndilsmonnum í dystinum í høllini á Hálsi í dag! Fyri at siga sum er, so riggaði als einki, hóast okkara menn royndu tað teir kundu, til teir varnaðust, at her bar einki til! Tá fullu teir í fátt, og tað sindrið av vilja, sum kanska hevði verið, hvarv. Strandingar royndu við teimum møguleikum, ið teir áttu, og tað riggaði. Málmaðurin tók tað mesta av tí, sum kom, og tveir aðrir útlendingar, sum vóru einasta hóttanin, høvdu ikki tann stóra áhugan í at spæla hondbólt. Teir gingu tað mesta av dystinum, men tá ið teir skutu, so sat hann. Effektivt!! Dysturin hevði lítið við hondbólt at gera, men vit royna at ugga okkum við, at kappingin júst er byrjað, og vit vóna tí, at tað verður betri í næstu dystunum. Onkur spurdi skemtandi, hvat ið skoringsprosentið hjá Kyndli mundi vera í dag. Veit ikki, um tað er tøkt, men um so er, so fer tað neyvan uppum 25! Raktu okkara menn málið, so tók Cireoganesco næstan alt, og tað uttan mun til, um skotið varð, meðan verjan var upp á pláss, ella um teir vóru einsamallir við málverjanum, - tað vóru teir forrestin ofta. Sera,sera, sera vánaligt í dag. Har var eingin vilji til at vinna. Hóast liðið er væl betri mannað enn tað var fyri ári síðan, so sást tað ikki á vøllinum. Vónandi verða nevarnir knýttir fram til næsta dystin, so vit síggja nakað av tí, sum vit vita, at menninir duga. Venjingardystirnir undan kappingini hava sýnt nakað heilt annað enn hesin dysturin, sum vit mugu royna at gloyma beinanvegin. Kyndil – StÍF 25 – 32 (11-17) 18. min 10-11 Liðið : Magnus, Erlendur, Andreas, Bárður, Josef, Julian, Janus Einar, Høgni, Hans Áki, Ken, Torvald, Kristoffur. Málini : Hans Áki 6, Josef 5, Bárður 4, Janus Einar 3, Høgni 3, Rani 2, Ken 1, Torvald 1 |
|||||
|
Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo |
|||||