Framsíða

Um Kyndil

Viðtøkur

Hagtøl

Slóðir

Stuðlar

28. februar 2010
Fimm fólk í nevndina hjá Kyndli


Á eykaaðalfundi mikukvøldið varð nýggj 5-mannanevnd vald at standa fyri hondbóltsfelagnum Kyndli
 
Í nýggju nevndina vórðu vald Anna Rein, forkvinna, Uni Arge, næstformaður, Tórður Patursson, kassameistari, Ussa Hansen, nevndarlimur, og Marjun Jensen, nevndarlimur.
 
Anna Rein og Uni Arge spældu øll ungdómsárini við Kyndli og hava eisini gjørt seg galdandi í øðrum ítróttargreinum. Tey hava ikki frammanundan verið í nevndini.
 
Ussa Hansen spældi í fleiri ár á 1. kvinnuliði hjá Kyndli, er venjari hjá fleiri ungdómsliðum og var í nevndini frammanundan.
 
Tórður Patursson og Marjun Jensen eru nýggj í nevndini og hava tilknýti til Kyndil sum foreldur at børnum í ungdómsdeildini.
 
Kyndil vann herfyri fimm steypakappingar við ungdómsliðum og miðar eftir at menna ungdómsdeildina uppaftur meira.
 
1. kvinnulið hjá Kyndli hevur spælt seg uppaftur í Sunset-deildina, og 1. manslið kappast um at røkka finaluplássi í Atlantic Airways-kappingini.
 
Í sambandi við kjakið um, hvussu Atlantic Airways-kappingin skal skipast, hevur Kyndil ta støðu, at besta mansdeildin eigur at verða víðkað upp í sjey lið.
 
Hetta metir felagið mennir liðini best og fer at skapa eina uppaftur meira spennandi hondbóltskapping, ikki einans ítróttarliga, men eisini landafrøðiliga.

Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo