Framsíða

Um Kyndil

Viðtøkur

Hagtøl

Slóðir

Stuðlar

11. oktober 2009
Vit vunnu á grannanum

29-24 (14-12)
 

   


Nógv fólk høvdu leitað sær niðan í høllina á Hálsi í dag, og tori við vissu at siga, at flestu teirra væntaðu ein bláan sigur, men vónaðu sjálvandi, at hann bleiv grønur.

Men í dag kom okkara egna slagorð ordiliga til sín rætt, tí um nakað var eyðsýnt í dag, so var tað viljin. Ikki eingongd eina lítla løtu var nakar í iva, um teir vildu vinna í dag.
Tað var líkamikið, um ein royndur ella ein óroyndur og ungur spælari kom inn á vøllin. Allir sum ein vístu teir, hvat teir dugdu til fulnar.
Fyri ikki at gloyma málmennirnar. Teir stóðu sera væl í dag. Erlendur var næstan ikki til at skjóta forbí.
Fantastiskt at síggja eitt heilt lið spæla so væl og vilja so nógv.

Um eg ikki taki heilt feil, so var hetta fyrsti dysturin hjá Kristoffuri, hann spældi einastandandi væl. Hann fekk 2 mál frá vonginum og eisini okkurt straffi. Avgjørt ein góð byrjan, og ein leikari, ið vit kunna gleða okkum at síggja meira til.

Eitt sum ofta fylgir við, tá man kempar so væl, og er eitt sindur heitur, eru útvísingar. Hetta sást eisini í dag. Vit fingu 8 útvísingar meðan Neistin bert hevði helvtina av hesum. Heili tvær ferðir vóru vit bert 4 útileikarar á vøllinum, men synd er at siga, at Neistin tók av hesum møguleikunum at skora sær nøkur "løtt" mál.

Dyrstargongd
Dysturin í dag var fyri tað mesta nokk so javnur, um vit hyggja eftir málunum. Eftir 5 min. var støðan 3-3. So komu vit gott nokk framum 7-4, og eftir 15 min. vóru vit frammanfyri 11-7. Beint fyri hálvleik megnaði Neistin so at koma uppá 13-12, og vit skora so síðsta málið til 14-12. So ein kann kanska siga at vit "áttu" fyrra hálvleik.

Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri. Tað komu eitt sindur færr mál at byrja við. Eftir 10 min. høvdu liðini bert fingið 3 mál í part. Men hetta sigur haraftur ímóti eitt sindur um tær góðu ella hørðu verjurnar.

Vit vinna okkum uppá 20-16, men so svarar Neistin av álvara aftur og kemur uppá javnleik, 21-21.
Hetta lótu okkara ikki við seg koma, og bardust víðari. Kanska teir kempaðu enn meira nú, tí Neistin fekk ikki ein bein til jørðina, tað ið eftir var av dystinum. Teir síðstu 10 min. vunnu vit nemliga 8-3. Altso endaði dysturin 29-24.

Liðið: Magnus, Erlendur, Torvald, Julian, Høgni Klein Olsen, Hans Áki, Josef, Bárður, Høgni Klein, Ken og Kristoffur

Málskjúttar: Bárður 9, Josef 7, Høgni Klein 3, Ken 3, Torvald 2, Kristoffur 2, Høgni Klein Olsen 1, Julian 1 og Hans Áki 1.
 

Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo