![]() |
|||||
|
25. oktober
2009 Puha!!! Kyndil – KÍF 24 – 22 (9-10) Kyndil legði tó fyri sum eitt óløgi og skoraði tvey mál beinanvegin. Men so steðgaði alt mestsum heilt upp, bæði spæl og málskjóting. Lítið skil var í spælinum. Í løtum var tað veruliga soleiðis, sum ein hittinorðaður áskoðari tók til: Tað, sum líkst hondbólti mest í hasum dystinum, er bólturin!! Rótut, buldrasligt, burturspiltir møguleikar. Tað var ikki nóg gott. Kollfirðingar førdu mestu tíðina, -munurin var heilt uppi á 4 málum viðhvørt. Men so í einar 4-5 minuttir móti endanum av fyrra hálvleiki gjørdu okkara menn ein vørr. Spældu seg væl ígjøgnum og komu upp á javnt 9-9. Hatta var tað, hugsaði tú, nú munnu teir fara spolandi avstað. Men nei! Tá ið farið varð til hálvleiks, var KÍF frammanfyri 10-9. Í seinna hálvleiki var gongdin á leið tann sama fyrstu 10 minuttirnar. Tá førdu kollfirðingar 14-12. Nú kom ein ávís vend í, og Kyndil kom framum 16-14.Liðini fylgdust tað, ið eftir var av dystinum, men fyri tað mesta var Kyndil á odda við einum máli. Neglabítingin helt fram til ein minuttur var eftir, og Janus Eina skoraði til 23-22, áðrenn Ken gjørdi bart og staðfesti sigurin, tá ið eini 20 sekund vóru eftir. Nei, gott var tað ikki í dag. Hóast glottar vóru, treyðugt so. Tað tykist sum um, at tað einans eru vestmenningar og neistamenn, sum kunnu tendra í hjá okkara monnum í ár. Tað er nakað lort, fyri at siga tað bart út! Vit hava higartil tapt tveir dystir, sum vit áttu at havt vunnið, tá ið vit hugsa um spælið í dystunum móti Neistanum og VÍF. Og í dag mundi tað eisini enda galið móti KÍF. Men okkurt var at fegnast um í dag, hóast alt. Onkuntíð fyrr hevur Rani Ellingsgaard gjørt ein vørr og víst, at har er ein av framtíðarspælarum okkara. Ein slíkan vørr gjørdi hann aftur í dag. Frá vinstra veingi gjørdi hann 5 frálík mál, og var tað nóg mikið til at gerast dagsins toppskjútti. Onkuntíð havi eg hildið, at Rani átti at fingið fleiri møguleikar á liðnum. Í dag tók hann veruliga av. Ein annar ungur og nýggjur maður á liðnum, Kristoffur Kristoffersen, gjørdi eisini bart í dag. Av høgra veingi gjørdi hann 4 sera góð mál. Eisini her er gott í væntu. Tað vóru ikki minst avrikini hjá hesum báðu ungu garpunum, sum vóru orsøkin til, at tað kortini eydnaðist at fáa bæði stigini í skjáttuna. Sum nevnt,so var spælið rótut og ófantaligt til tíðir. Tað hevði nógvar útvísingar við sær. Hjá Kyndli 6 og hjá KÍF 8. Liðið í dag: Magnus, Erlendur, Høgni Klein Olsen, Bárður, Josef, Julian, Janus Einar, Høgni Klein, Rani, Hans Áki, Ken, Torvald og Kristoffur. Málskjúttar: Rani 5, Høgni Klein 4, Kristoffur 4, Janus Einar 3, Hans Áki 3, Josef 2, Ken 2 og Bárður 1. |
|||||
|
Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo |
|||||