Framsíða

Um Kyndil

Viðtøkur

Hagtøl

Slóðir

Stuðlar

6. september 2009
Kappingin byrjar

Sunnudagin 27. september byrjar landskappingin í hondbólti, bæði hjá kvinnum og monnum.

Tíverri hava vit einki liðí Sunset deildini í ár, men í Atlantic Airwyas kappingini hava menninir, sum áður nevnt her á síðuni, sett sær tað málið, at teir ætla sær at vera við í stríðnum um heiðursmerkini.

Og tað stríðið byrjar í høllini á Hálsi móti StÍF av Strondum.

Hinir dystirnir henda sama dagin eru H71 – Neistin í Hoyvíkshøllini og KÍF-VÍF í høllini í Kollafirði.

Kyndil hevur leikt 5 venjingardystir í avgust mánað. Tann seinasti var móti VÍF seinasta vikuskifti, og hann vunnu vit 22-21.

Venjingardystir skulu sjálvsagt takast fyri tað, ið teir eru, men ein sigur á vestmenningum er nú ikki heilt av leið. Í onkrum av hinum dystunum hevur somuleiðis gingið væl.

Tað er spennandi at síggja menninar venja, tí teir leggja nógv fyri, og tað er týðiligt, at teir meina tað í álvara.

Høgni er byrjaður at venja aftur, hóast hondin ikki enn er sum hon var, og tað skilst á øllum brøgdum, at Janus Einar kortini tekur eitt tørn aftrat.

Møguliga verður onkur annar í hópinum eisini, - onkur sum kann gera mun!

Vit gleða okkum til 27. september, tá ið lagt verður til brots.
 

Kyndil . Gundadalsvegur 2 . 100 Tórshavn . tlf. 310641 . webmaster@kyndil.fo