23-09-2016 |

Tveittu sigurin burtur

Mennirnir vóru á odda stórt sæð allan dystin móti KÍF, men taptu við einum málið, sum var skorað 10 sek fyri tíðin var farin.

Lagt var upp til ein harðan og tættan dyst tá mennirnir leiktu ársins fyrsta dyst móti KÍF í høllini á Hálsi mikukvøldið. Vónirnar hjá okkum til hetta kappingarárið eru góðar, meðan kollfirðingar byrjaðu við einum sigri móti StÍF sunnudagin.

 

At byrja við høvdu okkara ikki serliga høga leikferð. Og tá kollfirðingar, sum teir altíð gera, stríddust mannilig hildu teir sær frammanfyri fyrstu løtuna. Og fyrsta fjórðingin av dystinum komu nógv mál hóast leikferðin ikki var serliga høg. Men hóast tað var ein dystur fyrst í kappingarárinum vóru tað ikki nógv teknisk mistøk. Eftir 13 minuttir var KÍF á odda 8-6. Men so setti Kyndil ferðina eitt sindur upp, og kom framum og helt sær eisini frammanfyri líka til sjey minuttir eftir tá KÍF javnaði aftur. Hesa løtuna tá okkara lógu á odda var leikferðin sera høg, og tað var frálíkt hondbóltsspæl at síggja til tíðir. Samanspælið millum Hjalta og Hørdur á strikuni riggaði væl og gav bæði mál og brotskøst. Men tíverri var Hørdur skaddur, og var hann als ikki við í seinna hálvleiki. Og ikki fyri at takað nakað frá hinum, sum so manniliga stríddust, so gjørdist tað sera dýrt, at Hørdur noyddist út við skaða. Í seinna hálvleiki mansvardu KÍF bæði David og Hjalta stórtsæð allan hálvleikin. At byrja við gekk væl hjá okkara bæði at spæla seg ígjøgnum og at skora. Men tá Emil Dam kom í mál hjá KÍF móti endanum kom stígur í. Og hóast møguleikarnir vóru nógvir til at fáa mál tók Emil helmingin.

Kyndil var á odda 21-16 mitt í seinna hálvleiki. Men tá mistu leikarnir flogið, og næstu 13 minuttirnar fingu okkara einans eitt mál. Síðstu sjey minuttirnar skiftust liðini um at skora har Kyndil var eitt mál frammanfyri líka til seinasta minuttin. Okkara fingu at enda ikki mál, meðan KÍF fyri aðru ferð í ár skoraðu eitt avgerðandi mál seinastu 10 sekundini. Sostatt vann KÍF 27-26 eftir ein javnan og sera spennandi dyst.

 

Okkara taptu, og tað var sera harmuligt. Ikki minst tí teir kundu sjálvir havt avgjørt dystin, men ov nógvir brendir møguleikar kostaðu til endan. Men tað er einki annað at gera enn at herja á víðari. Tað er longu dystur aftur sunnudagin kl. 16 í Hoyvík móti finalistunum frá í fjør, H71. Okkara hava evnini og kunna væl vinna. Tað krevst, at allir sum ein stríðast allan dystin á tamb, og at teir fáa stuðul frá áskoðarunum.

 

FRAMTÍÐIN ER GRØN

 

(MYNDIRNAR EIGA JN.FO)

Aftur