25-09-2016 |

Mennirnir spæla í Hoyvík

Í dag spæla Kyndilsmenn týdningarmiklan dyst móti finalistunum hjá H71 í Hoyvíkshøllini.

Í dag kl. 16 verður dystur í Hoyvíkshøllini millum FM-finalistarnar frá seinasta kappingarár, H71, og Kyndil.

H71 hevur stórtsæð somu manning í fjør umframt onkrar ungar leikarar. Hoyvíkingar byrjaðu kappingarárið síðsta vikuskiftið við at vinna ein sannførandi stórsigur á Team Klaksvík. Úrslitið var 36-19.

Okkara taptu við einum málið í høllini á Hálsi mikukvøldið hóast liðið var á odda meginpartin av dystinum. Nú er nýggjur dystur, og so er bara at taka arbeiðshanskarnar á aftur. Hetta verður ikki ein lættur dystur, og tí krevst, at allir stríðast av øllum alvi allan dystin. Og samstundis hevur tað eisini stóran týdning, at tá okkara hava opnar málmøguleikar, at teir eru púrasta kul og seta bóltin í málið. Vit hava liðið til at vinna á øllum og eisini ein tann breiðasta hópin í landinum. Men tað aleina gevur ikki nakran sigur.

 

Eisini hevur tað týdning fyri liðið, at vit fjepparar møta upp og stuðla liðnum. Møtið tí fjølment í Hoyvíkshøllini kl. 16.

 

FRAMTÍÐIN ER GRØN

Aftur