26-09-2016 |

Fingu avsmurning í Hoyvík

Í gjár leiktu H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini. Tað var einki sum helst, sum riggaði hjá okkara monnum. Og endin var eisini eitt greitt tap.

Eftir vónbrotið mikukvøldið skuldu okkara menn reisa seg í Hoyvíkshøllini móti H71 í gjár. Men illa gekst. H71, og serliga Peter Krogh, var greitt betri, og endin gjørdist eitt tap uppá sjey mál, 26-19.

 

Fyrstu tíggju minuttirnar gekk striltið hjá báðum liðunum at fáa mál. Men hoyvíkingar fingu tó okkurt einstakt mál. Tá Bartal eftir 16 minuttir skorar til 6-2 er tað eisini fyrsta málið Kyndil eftir eitt álop. Fyrra málið var eitt langskot frá David afturi frá verjuni tá málverjin var uttanfyri. So líðandi sum fyrri hálvleikur gekk økti H71 spakuliga um leiðsluna til hálvleiksstøðuna 12-7. Fyrsta løtan í seinna hálvleiki var eisini sera vánalig og fór H71 uppá seks minuttir uppá 18-8, áðrenn Kyndilsmenn minkaðu niður í 18-12. Síðani skiftust liðini at skora til endaligu støðuna 26-19.

Hetta var ein av teimum heilt vánaligu dystunum hjá okkara monnum. Saknurin tykist vera stórur í Hørdi, sum er skaddur. Í fyrra hálvleiki royndu menninir alt hvat teir kundu, men einki riggaði. Avleveringar og skot vóru langt frá at rakað ætlaðu málini. Og tá so okkurt var um at nærkast so var stongin fyri. David byrjaði eisini illa, men tá hann einaferð fekk hol á so bumbaði hann bóltarnar í kassan. Tíverri var tað eingin, sum tók ábyrgd og royndi at hjálpa honum í 2. hálvleiki. Og tá ferðin eisini var sera lág er trupult móti einum liði sum H71. Tað skal eisini sigast, at H71-verjan var avbera stinn í gjár.

Í seinna hálvleiki stýrdi H71 dystinum og hildu seg allatíðina við góðari frástøðu so sigurin ongantíð kom í vanda. Meira er ikki at siga um hendan dystin annað enn, at Tróndur Arge átti at fingið reyða kortið fyri at sláa Bartal í andlitið. Annan dystin á rað slapp eitt mótstøðulið undan einum greiðum reyðum kortið.

Fyri at taka nakað jaligt við úr dystinum var tað hugaligt at síggja unga talentið Ólav av Fløtum Mittún vera so tryggan í sínum avsluttningum av vinstra vongi. Eisini skal sigast, at í fyrra hálvleiki bilti ikki við stríðsviljanum, men hann minkaði sum dysturin leið.

 

Ikki er nakað annað at gera enn at nýta hendan dystin sum eitt vekjunarkall til at arbeiðast má enn harðari og meiri miðvíst fram til dystin mikukvøldið móti Neistanum. Tað er langtfrá liðugt og avgjørt enn, og okkara hava heilt víst evnini til at kunna vinna á øllum. Men tað er heldur eingin loyna, at nú mugu stig á borðið um Kyndils-menn skula í eina FM-finalu.

Aftur