26-09-2016 |

Vunnu lættliga á VB

Unga Kyndilsliðið tók leygardagin móti VB og sendu vágskvinnur suður aftur um fjørðin við ongum.

Tað var stuttligt at síggja Kyndilskvinnur tá tær leygardagin tóku ímóti VB í høllini á Hálsi. Tað var eisini limadagur hjá Kyndli, og tískil var eisini fitt av fólkið í høllini. Og tey sóðu unga liðið spæla ein frálíkan dyst har allar sluppu inn at vísa seg.

 

Hóast tað var javnt fyrstu løtuna so var týðiligt, at Kyndilskvinnur kundu væl seta ferðina upp um tað skuldi vera. Og frá 5-5 fóru okkara kvinnur uppá 14-7. Spakuliga øktu tær um leiðsluna til 26-16, áðrenn ferðin var sett niður aftur, og eisini allar sluppu inn at royna seg. Ein teirra var Eyðleyg Súnadóttir, sum leikti sín fyrsta dyst fyri besta kvinnuliðið. Og gjørdi hon tað bara heilt gott. Hon fekk tveir møguleikar av vinstra vongi og setti bóltarnar trygt í netið.

Tað var heilt greitt, at Kyndilskvinnur nýttu at spæla hondbólt hendan dagin og, at tær stuttleikaðu sær. Eisini vardu tær sera væl til tíðir.

Kvinnurnar hava sostatt fingið eina frálíka byrjan uppá kappingarárið við tveimum tryggum sigrum. Eisini er tað stuttligt at síggja Onnu Brimnes spíla seg út aftur nú hon er komin inn aftur á vinstra bakk. Guðrið Eystberg hevði eisini ein góðan dag og fekk seks mál. Tó má sigast, at strikuleikarin hjá VB fekk alt ov nógv pláss. Tað má betrast móti Neistanum mikukvøldið tá Neistin kemur á vitjan, tí Brynja Høj er millum allarbestu strikuspælarar í landinum.

Aftur