10-03-2016 |

Kyndil fyllir 60 ár í dag

Í dag 10. mars eru liðin 60 ár, síðan hondbóltsfelagið Kyndil varð stovnað

Søgan hjá Kyndil byrjar í ungmannadeildini hjá Losjuni í Havn. Tankin um at stovna eitt ítróttarfelag í ungmannadeildini var javnan frammi fyrra helming av 1950’unum, og tann 18. februar í 1956 stevndu losjulimir til fundar at vita, um áhugi var fyri at stovna eitt hondbóltsfelag.

Áhugin var til staðar, og ein fyrireikingarnevnd varð sett. Tann 10. mars í 1956 var so aftur fundur. Samtykt varð at stovna felagið, og at tað skuldi spæla í grønum. Navnið Kyndil var heitið á einum teigi hjá ungmannadeildini í blaðnum Glaðustroki. Hetta navnið tók hondbóltsfelagið.

Á stovnandi aðalfundinum 10. mars skrivaðu 37 fólk seg upp sum lim. Fyrsti formaðurin gjørdist Jógvan Andras Joensen. Næstformaður gjørdist Johannis Jacobsen, skrivari Viggo í Stórustovu og kassameistari Elsa Poulsen. Tiltaksfólk vóru Rannvá Hentze og Nikk Hansen.

Mál og sigrar
Fyrsti kappingardystur hjá Kyndli varð spældur 10. mai í 1956. Hann spældu kvinnurnar ímóti Neistanum. Úrslitið varð 1-1. Málið skeyt Alma Brend. Hon skeyt sostatt fyrsta málið í søgu felagsins. Menninir spældu fyrsta dystin 21. mai ímóti Neistanum. Hann endaði eisini 1-1. Vagnar Olsen skeyt málið.

Kyndil vann fyrstu ferð bestu mansdeildina longu í 1958. Í 60 ár hava menninir hjá Kyndli vunnið bestu deildina 30 ferðir og steypakappingina 17 ferðir. Kvinnurnar hava vunnið bestu deildina seks ferðir og steypakappingina tvær ferðir. Í 2014 vunnu menninir og kvinnurnar hjá Kyndli steypakappingarnar sama dag, og kvinnurnar vunnu tveir mánaðir seinni eisini FM-heitið.

Síðan 2010 hava liðini í øllum deildum hjá Kyndli vunnið tilsamans 43 steyp í landskappingum og steypakappingum. Siðvenjan at vinna, sum stovnararnir løgdu sum grund undir felagið, er sostatt varðveitt upp at okkara døgum.

Slóðbrótarar
Søgan um Kyndil er í fleiri førum søgan um at bróta upp úr nýggjum.

Kyndil fór longu í 1962 undir at savna pening til at byggja eina høll í Havn. Í 1970 kom høllin á Hálsi sum samstarv millum fleiri feløg og kommununa. Í 1984 bygdu Kyndil, Neistin og Fleyr Gundadalshøllina saman.

Kyndil strongdi eisini á at sleppa út í Evropa at spæla frá mitt í sekstiárunum, og hetta hevði í 1970 við sær, at føroyskur hondbóltur fekk limaskap í IHF.

Í 1972 spældu kyndilsmenn fyrstu Evropa Cup-dystirnar, sum nakað føroyskt ítróttafelag spældi. Teir vóru á Hálsi ímóti IFK Helsingfors úr Finnlandi. Kyndilskvinnur spældu sínar fyrstu Evropa Cup-dystir í 2014, tá tær eisini vunnu sín fyrsta evropeiska sigur - ímóti Femina Vise úr Belgia.

Føðingardagshald verður fyri øllum liðum í Kyndli í dag, og leygarkvøldið hevur felagið 60 ára veitslu.

Aftur