27-09-2016 |

Grannauppgerð á skránni

Í annaðkvøld, mikukvøldið, er ársins fyrsta grannauppgerð tá Kyndil tekur ímóti Neistanum í bæði Hvonn-deildini og FTZ-deildini.

Nú er tíðin komin til ársins fyrstu grannauppgerð millum Kyndil og Neistan. Í annaðkvøld, mikukvøldið, spæla kvinnurnar í Hvonn-deildini kl. 18.30 og menninir í FTZ-deildini spæla kl. 20. Dystirnir vera í høllini á Hálsi.

 

Kyndilskvinnur hava fingið eina frálíka byrjan við tveimum stórsigrum á ávikavist Stjørnuni og VB, meðan Neistin enn bert hevur leikt móti VÍF umframt Evropa Cup-dystirnar móti Ploiesti. Og føroyameistarnir frá í fjør smurdu VÍF-kvinnurnar av. Hetta er fyrsta veruliga royndin hjá ungu Kyndilskvinnunum móti einum liðið, sum er at meta sum ein beinleiðis kappingarneyti um eitt pláss í FM-finaluni. Neistin stóð fyrstu veruligu royndina tá tær vundu burturúr VÍF-kvinnum. Soleiðis sum Kyndilskvinnur hava leikt higartil í kappingarárinum sær tað bara heilt gott út. Tær spæla við áræði og sjálvsálitið. Ferðin er eisini og tað sær út til, at tær veruliga hugna sær úti á vøllinum. Tað er altíð torført at siga hvussu langt tað røkkur tá mótstøðan higartil ikki hevur verið tann sterkasta, og tí verður spennandi at síggja hvussu tað fer at hilnast í annaðkvøld tá føroyameistarnir koma á vitjan. Neistin hevur stórt sæð sama lið sum í fjør við eini einkultari útskifting ella tveimum. So tað verður ikki ein løtt uppgáva hjá unga liðið okkara. Men samstundis hava grannarnir eisini sínar veikleikar, og so er bara at vóna, at Daniel og Sophus klára at finna røttu uppskriftina til sigur. Dysturin byrjar sum sagt kl. 18.30 í høllini á Hálsi.

 

Mansdysturin millum feløgini verður ein dystur millum tvey lið, sum ikki júst hava fingið bestu byrjanina uppá kappingarárið. Okkara hava tapt móti bæði KÍF og H71, sum eru millum kappingarneytarnar um eitt FM-finalupláss, meðan Neistin fekk bank av FM-vinnarunum úr VÍF. Tey bæði tapini higartil hava bæði verið sera keðilig uppá hvør sín máta, men tað hevur alstóran týdning at menn ikki falla í fátt, men bara arbeiða harðari fyri at náa málinum, sum sjálvsagt er eitt finalupláss. Kyndil hevur seinastu árini havt ávísar trupulleikar av Neistanum hóast liðini hava stríðst í hvør sínum enda av stigatalvuni. Og ein av orsøkunum til keðiligu úrslitini hevur heilt greitt verið, at Neistin hevur vilja vunnið dystirnar nógv meira enn Kyndil. Tí mugu okkara menn vísa frá fyrsta bríksli, at teir vilja vinna hendan dystin og eisini stríðast um hvønn einasta bólt. Eisini hjá monnunum hevur Neistin stórtsæð sama lið við einkultum broytingum. M.a. er norski Christopher Moe komin til. Hann fekk ikki víst tað heilt stóra móti VÍF so tað er torført at siga nakað um hansara evnir enn. Tað er nú, at okkara skula finna arbeiðshanskarnar fram og vinna okkum fyrstu stigini í mansdeildini í hesum kappingarárinum. Mansdysturin byrjar kl. 20.00 í høllini á Hálsi.

 

Møtið tí fjølment til hesar grannauppgerðirnar.

 

FRAMTÍÐIN ER GRØN

Aftur