01-04-2016 |

Dreingir 18 hjá Kyndli føroyameistarar

Elstu dreingirnir í ungdómsdeildini hjá Kyndli vunnu í kvøld FM-heitið við tryggum 27-18 sigri á H71a í Hoyvíkshøllini. Kyndilsdreingirnir eru ósigraðir í FM-kappingini og vinna deildina við 34 stigum. H71 hevur 29 stig á øðrum plássi og VÍF 18 stig á triðja plássi. Tveir dystir spældu dreingir 18 javnt í kappingarárinum. Restina vunnu teir

Ikki sørt av spenningi var undan seinasta dystinum í Hoyvík millum nr. 1 og 2 í ár, tí vunnu hoyvíkingar, høvdu teir framvegis ein lítlan møguleika at fáa Kyndil aftur í FM-stríðnum.

Men kyndilsdreingir lótu ongan iva vera um, at teir ætlaðu sær steypið. Teir spældu tann besta dystin í ár við skjótum og ágangandi álopsspæli og vunnu trygt 27-18. Hálvleiksstøðan var 12-9.

Dreingir 18 eru sera gott og væl samanspælt lið. Útlit eru til, at bulurin á liðnum verður við U18-landsliðnum hjá Føroyum, sum í august skal til Bulgaria at spæla EM-undankapping.

Sum um tað ikki er nóg mikð, so eru teir flestu á liðnum so ungir, at teir eisini næsta ár spæla við dreingjum 18. Gott úrslit kann tí eisini vera í væntu næsta ár - og tilgongd til besta manslið.

Á 60 ára føðingardegnum hjá Kyndli er tað av sonnum gleðiligt, at hesin FM-sigurin kom í hús, og spælarum og venjarum verður ynskt hjartaliga til lukku við FM-gullinum.

Mynd: Jn.fo







Aftur