03-04-2016 |

Kyndilskvinnur fjórða árið á rað í FM-finalum

Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu í dag 31-19 á Stjørnuni á Hálsi. Hetta hevur við sær, at kyndilskvinnur spæla FM-finalur ímóti Neistanum 20. og 23. apríl - og kanska eisini 24. apríl.

Hetta er fjórða árið á rað, at kyndilskvinnur eru í FM-finalunum. Kvinnurnar spældu tríggjar finaludystir ímóti Neistanum í 2013, tá Neistin vann FM í triðja dystinum. Í 2014 vunnu kyndilskvinnur báðar finaludystirnar ímóti VÍF og ognaðu sær fyrsta FM-heitið í 15 ár. Í 2015 vóru tvær FM-finalur ímóti Neistanum, sum Neistin vann. Í 2016 tørna Kyndil og Neistin so aftur saman í FM-finalum.

Hvussu nú fer at gangast, veit ongin, men Neistin má sigast at vera favorittur, verður hugt at, hvussu hevur gingist í innanhýsis dystum í ár, og Neistin er eisini fremst í landskappingini. Men í bakhøvdinum hava mong seinnu hálvfinaluna í steypakappingini í ár, tá Kyndil basti Neistanum 17-15. Alt kann henda, og spennandi verður, serliga nú kyndilskvinnur tykjast hava fingið flogið aftur.

Kyndilsmenn bastu H71 í dag á Hálsi við einum rimmar avriki. Leingi vóru teir aftanfyri, men tolnir ótu teir seg inn í dystin aftur og fóru framum ímóti endanum - tá teir eisini bundu fyri og vunnu 29-27. Tórður Guttesen, nýklaktur FM-vinnari í dreingjum 18, spældi einastandandi væl í málinum og hevði eitt bjargingarprosent á 68! Finnur Hansson bumbaði níggju bóltar í málið í sínum besta dysti í ár.  

Aftur