21-04-2016 |

Feløgini fegnast um dupulthøll á Hálsi

Í dag varð hakin settur í flagið á Hálsi í sambandi við, at høllin verður útbygd til dupulthøll. Hetta er ein stórur dagur fyri serliga Kyndil, Neistan og Fleyr, sum í trý ár hava strongt á at fáa eina høll aftrat í Gundadali. Borðtennis og judo fáa eisini innivist í dupulthøllini. FLEIRI MYNDIR

Borgarstjórin, varaborgarstjórin, forkvinnan í mentamálanevndini og aðrir býráðslimir vóru til staðar í sambandi við, at Tórshavnar kommuna skrivaði undir sáttmála við J&K Petersen um jørðarbeiðið, sum fer í gongd beinanvegin. Kyndil, Neistin og hini ítróttafeløgini vóru eisini væl umboðað í sambandi við hátíðarløtuna.

Býráðið samtykti einmælt í november í fjør, at høllin skuldi útbyggjast.

Feløgini samráddust annars leingi við kommununa um at avhenda Gundadalshøllina og fáa hana útbygda til dupulthøll, sum ætlanin upprunaliga altíð var. Men ætlanin bar ikki á mál.

Tá tann ætlanin var dottin niðurfyri, skutu Kyndil og Fleyr upp fyri kommununi at byggja høllina á Hálsi út til dupulthøll, so m.a. innivist eisini fekst til borðtennis og judo. Nú hevur kommunan sett eina ætlan í verk, sum líkist tí uppskotinum.

Parkeringsplássini, sum hvørva, har nýggja høllin verður, fáast í staðin til vega á grasfløtuni millum høllina og R. C. Effersøesgøtu.

Trotið á hallartímum er ovurstórt, so útbyggingin kemur sera væl við hjá innanduraítróttini í Havn.





Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, og Heðin Mortensen, borgarstjóri


Barbara Høj, kassameistari í Neistanum, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Uni Arge, formaður í Kyndli




Tórður Patursson, næstformaður í Kyndli, og Kristian Johansen, formaður í HSF




Jákup Dam, Jógvan Arge, Helena Dam á Neystabø, Heðin Mortensen og Annfinn Brekkstein frá býráðnum

Aftur