24-06-2016 |

EIK stuðlar ungdómsdeildini hjá Kyndli

Eik og Kyndil hava skrivað undir stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini

"Vit meta, at slíkar stuðulsavtalur hava stóran týdning fyri føroyska ungdómin og fegnast um at vera við til at menna øll Kyndlabørn," sigur Margareth Djurhuus, rakstrarleiðari í Eik.

Nýklakta forkvinnan í Kyndli, Maibritt Johannesen, fegnast eisini um stuðulin:

"Ungdómsdeildin hjá Kyndli hevur í nógv ár verið í fremstu røð, tá talan hevur verið um menning av ungum hondbóltsleikarum, og ungdómsdeildin telur í dag yvir 200 børn og ung. Børnini og teirra umstøður hava allan týdning fyri eitt felag sum Kyndil. Tað skapar lív og góðan felagsanda, sum ger, at menningin kemur upp á hægsta stig. Felagsandin styrkist millum annað eisini við, at Kyndil plagar at fara uttanlandsferðir við ungdómsliðunum. Summarið 2017 er ætlanin at luttaka í hondbóltskapping í Ungarn. Umframt hetta ætlar Kyndil at skipa fyri venjingarlegu fyri øll børn í Kyndli. Við stuðlinum frá Eik næstu 2 árini gevur tað okkum áræði at halda fram at geva okkara børnum bestu menningina sum tilber," sigur Maibritt Johannessen.

Aftur