11-08-2016 |

Flog.fo nýggjur stuðul hjá Kyndli

Í dag hava Kyndil og Flog.fo undirskrivað ein tvey ára stuðulssáttmála. Sostatt verður Flog.fo at síggja á leikarabúnanum hjá bæði kvinnum og monnum hjá Kyndli næstu tvey árini

Flog.fo er ein ferðaskrivstovu-heimasíða, har møguligt bæði er at bíleggja hotel, flogferðir og leigubil.

Forkvinnan í Kyndli fegnast um stuðulsavtaluna: “Hetta er enn eitt tekin um, at feløg trúgva upp á tað arbeiðið, sum vit gera í Kyndli, og tað fegnast vit um,” sigur Maibritt Johannesen.

Á myndini síggjast Maibritt Johannessen, forkvinna í Kyndli, og Tommy Næs Djurhuus, stjóri í Flog.fo

Aftur