07-09-2013 |

Mladen Mjerimacka nýggjur málverji í Kyndli

Kyndilsmenn hava fingið málverja úr Serbia. Talan er um 24 ára gamla Mladen Mjerimacka, sum varð kosin besti ungi málverjin í Serbia í 2009 og besti málverji í serbisku kappingini í 2010/2011

Mladen Mjerimacka hevur vant við Kyndli seinastu tvær vikurnar, og í dag spældi hann við kyndilsmonnum í Kollafirði, har kapping var ímillum KÍF, Kyndil, VÍF og H71. Dygdir hansara vóru eyðsýndar. Mladen er sera kvikur, lesur skjúttarnar væl og tekur nógvar bóltar mann ímóti manni.

Mladen Mjerimacka er føddur í 1989 og hevur tí góðan aldur til ítrótt. Hann er nærlagdur og haraftrat sera fyrikomandi. Longu frá fyrstu venjingini var greitt, at hann er góður felagsmaður. Sett er í verk at fáa alt avgreitt, so Mladen spælir við fyrsta dystin í landskappingini ímóti VÍF.

Í Kollafirði í dag vann Kyndil dystin ímóti VÍF 19-15. Tá stongdi Mladen málið fleiri løtur í dystinum. Ímóti H71 taptu okkara menn 19-16. Hetta var í fyrsta dystinum, tá okkara menn ikki vóru klárir frá byrjan. Triðja dystin taptu okkara 22-18 ímóti KÍF.

Samanumtikið tykist kappingarárið í bestu mansdeildini at gerast rættiliga spennandi. Liðini, sum spældu í Kollafirði í dag, kunnu øll taka stig hvør frá øðrum, og StÍF og Neistin fara ivaleyst eisini at bjóða av. Team Klaksvík ætlar sær longri í ár enn í fjør, hevur felagið sagt.

Á kyndilsliðnum í dag spældi Martin Ritto, sum var við VÍF í fjør Hann stóð seg væl. David Edvardsen var eisini í grønu troyggjuni á fyrsta sinni. Annars vóru kyndilsmenn væl mannaðir við ungum og eldri monnum, sum eru uppfostraðir í felagnum.

Við í hópinum í dag vóru:

Mladen Mjerimacka
Jan Pauli Johannesen
Finnur Hansson
Andrias Sólsker
Torvald Abrahamsen
Hjalti Bachmann
Oyvindur Lutzen
Regin Fossaberg
Josef Abrahamsen
Sveinur Fuglø
Martin Ritto 
David Edvardsen
Ken Zachariassen
Bjarni Sørensen
Tróndur Jensen
Hans Áki Dal-Christiansen
Jens Ingolvur Holm



Finnur Hansson, Mladen Mjerimacka og Hjalmar Klein Olsen.


Aftur