22-10-2016 |

Taka móti oddaliðnum

Í morgin spælir besta manslið okkara móti hoyvíkingum í hølliini á Hálsi. Dysturin byrjar kl. 16.00.

Kappingin í FTZ-deildini er aftur í ár sera spennandi. Eftir fyrstu seks dystirnar, har øll hava møtt øllum einaferð, hava fimm tey fremstu liðini, H71, VÍF, Kyndil, Neistin og KÍF, øll átta stig, meðan StÍF og Team Klaksvík hava eitt stig í part. Og í morgin kemur H71, sum hevur besta málmunin á vitjan hjá okkara Kyndilsliðið, sum liggur á triðja plássið. Tískil er lagt upp til ein sera spennandi dyst.

Eftir eina heldur keðiliga byrjan hevur okkara Kyndilslið fingið ferð á. Tískil eru vónirnar góðar til dystin í morgin. Men okkara mangla tveir týdningarmiklar leikarar. Høddi og Høgni eru báðir skaddir. Tað er sera harmulig, og setur sindur størri krav til hinar. Tó so, so er tað so avgjørt ikki ómøguligt. Tað eru framvegis nógvir góðir og evnaríkir leikarar á liðnum, sum kunna sigra á hoyvíkingum. Okkara mugu vera fokuseraðir og tendraðir. Dystirnir móti H71 eru ofta meira merktir av hvør ynskir sigurin meiri enn við flottum spæli. Vit skula eisini hevna svíðandi tapið í Hoyvíkshøllini fyrr í ár. Týdningarmikið er, at allir leikarar sleppa við í spælið, og at allir takað ábyrgd.

H71 hinvegin byrjaði væl, men seinastu tíðina hevur gingið eitt sindur truplari eftir tap bæði móti Neistanum og KÍF. Teir spæla skjótan og góðan hondbólt, og tað hevur stóran týdning hjá okkara monnum, at teir klára at steðga stórskjúttanum hjá H71, Peter Krogh. Eisini hevur tað týdning, at okkara klára at verja fyri strikuspælinum hjá H71.

 

Men eitt hvørt lið hevur eisini brúk fyri góðum stuðli fyri at kunna at vinna. Tískil hevur tað stóran týdning, at vit møta fjølment upp í høllini á Hálsi í morgin kl. 16 at rópa á okkara røsku menn, og stuðla teimum til sigurs.

 

FRAMTÍÐIN ER GRØN

Aftur