24-10-2016 |

Taptu greitt

Sunnudagin tók okkara manslið móti H71 í høllini á Hálsi. Hóast liðið fekk eina góða byrjan gjørdist tað til ein keðiligan dyst, tí H71 vann rættuliga greitt 29-21 eftir at hava verið á odda 14-12 í hálvleikinum.

Kyndilsmenn manglaðu Hødda og Høgna til oddadystin móti H71 sunnudagin og tað sást. Okkara byrjaðu dystin betri við sera nógvari ferð og við góðum skotum samstundis sum verjan var ómetaliga sterk. Eftir slakar 15 minuttir vóru okkara eisini á odda 7-3. Fyrsta fjórðingin av dystinum sást ikki so nógv til, at okkara manglaðu tveir av profilunum. Men vend kom mitt í fyrra hálvleiki tá H71 í eini undirtalsstøðu vann 2-0 við tveimum málum, sum vóru púra eins. So var støðan 7-5. Liðini skiftust so eitt sindur at skora mál, men tað var heilt greitt, at H71 hevði væl lættari við at fáa mál. Men okkara kláraðu so at fylgja við í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var eisini einans 12-14.

H71 setti so trumfin á fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, sum teir vunnu 6-2 so støðan nú var 14-20. Restin av hálvleikinum helt H71 eisini bara okkar uppá avstand. Og vaks munurin millum liðini til átta mál, 21-29 gjørdist endaliga úrsliti.

 

Munurin hendan dagin var heilt greitt, at hoyvíkingarnir vóru nógv aggressivari og grammari. Tað sást millum annað eisini aftur í, at hoyvíkingar vóru fyrst á nærum øllum returbóltinum. Eisini var stórur munur á liðunum tá tað kom til at leggja trýst á verjuna. H71-leikarnir løgdu allir trýst á Kyndils-verjuna allar 60 minuttirnar. Tað gav bæði málmøguleikar og ikki minst lættari mál. Kyndilsmenn harafturímóti vóru ógvuliga spakir og løgdu sjálvdan trýst á verjuna. Okkara skula tó rósast fyri at hóast alt at koma til fleiri møguleikar, serliga á vengrunum. Men júst sum í flestu dystunum móti H71 hava okkara sera trupult við at fáa mál av vengrunum. Tá okkara so eisini brenna trý brotskøst er tað ikki lætt.

 

Nú er so dystur aftur mikudagin. Tá er tað grannauppgerð móti Neistanum. Tá hevur tað týdning, at leikarnir hugsavna seg um uppgávuna, sum er fyri framman. Okkara mugu veruliga stríðast, tí Neistamenn eru kendir, serliga móti okkum í Kyndli, at stríðast av øllum alvi. Tað hevði verið ynskiligt at fingið meiri ferð á spælið, og tað verður ansa betri eftir tá leikarar eru fríir.

Aftur