25-10-2016 |

Aftur grannaluppgerðir á skránni

Í annaðkvøld er grannauppgerð í høllini á Hálsi. Kl. 18.30 spæla kvinnurnar hjá Neistanum og Kyndli oddadyst. Og kl. 20 spæla menninir.

Grannauppgerðirnar millum Neistan og Kyndil vera í annaðkvøld. Nr. 1 hjá kvinnunum, Neistin, tekur móti nr. 2, Kyndli. Tann dysturin byrjar kl. 18.30. Menninir hjá somu feløgum, sum bæði vóru fyri greiðum tapum sunnudagin, spæla kl. 20.00. Eisini verður eitt átak í høllini, sum Krabbameinsfelagið skipar fyri har tað verður møguleiki at stuðla Krabbameinsfelagnum.

Fyrsta dystin í hesum kappingarárinum vunnu Kyndilskvinnur á Neistakvinnum. Men síðani hava Neistakvinnur gjørt reint borð og vunnið allar dystirnar, meðan okkara taptu móti VÍF. Tað hevur gingið heldur truplari síðani VÍF-dystin, men okkara hava víst í ár, at tá hugurin hevur verið størst so er meiri enn trupult at steðga teimum. Tí skula okkara finna spæligleðina fram og spæla sítt spæl. Samstundis mugu kvinnurnar trúgva uppá sigurin allar 60 minuttirnar og stríðast um hvønn einasta bólt.

Menninir hjá okkum skula reisa seg eftir tapið móti H71. Og eins og dystirnir móti H71 hava eisini dystirnir móti Neistanum víst, at tey liðini, sum hava havt meira stríðsvilja hava vunnið dystirnar. Í ár hevur okkara lið í fleiri dystum havt trupulleikar, men stríðsviljin hevur ikki mangla. Skil má fáast á verjuna og samstundis mugu leikarnir vera kaldari frammanfyri málinum. Okkara skula koyra sítt spæl so fer tað at ganga.

Í samband við dystirnar fer Krabbameinsfelagið at hava eitt átak í samband við, at oktobur er bróstkrabbamánaður. Møguleiki verður fyri at keypa ein ring fyri 150 kr. og/ella armprýði 200 kr.

Aftur