27-10-2016 |

Enn ein sigur í grannauppgerðini

Dysturin móti Neistanum í FTZ-deildini í gjárkvøldið gjørdist sera spennandi, men okkara menn vunnu at enda fult uppiborið við 26-24.

Eins og kvinnurnar stríðast okkara menn eisini við skaðum. Høddi og Høgni vóru heldur ikki við móti Neistanum og eru uttanfyri í tríggjar vikur. David fekk so eisini ein skaða eftir tríggjar minuttir í gjárkvøldið. Og hóast Neistin mansvardi Hjalta meginpartin av dystinum var ikki nógv mann sá til tað. Okkara spældu fínan hondbólt og ikki minst stríddust væl. Men verjan var ikki nóg góð, og tí var Neistin á odda ein stóran part av dystinum.

Dysturin var sum heild sera rótutur og merktur av vánaligum verjuspælið og sera nógvum mistøkum. Men hann var eisini javnur og spennandi líka til tað síðsta. Og tað var einki at ivast í, at stríðsviljin var í topp á báðum liðunum. Men hóast okkara manglaðu tríggjar týdningarmiklar leikarar og dysturin var javnur var tað sum um, at tað bara var ein spurningur um tíð áðrenn Neistin slepti endanum. Og tað gjørdu teir tá sjey minuttir vóru eftir. Tá fingu okkara trý mál uppá tveir minuttir til 22-25, meðan Neistin fekk eitt blátt kort. Úrsliti gjørdist 26-24 til okkara eftir 13-13 í hálvleikinum.

Umframt at stríðast spældu okkara nógv meira skiftandi og meiri ferðmiklan hondbólt. Og tá Høgni er burtur er gott at síggja Josef traðka fram og taka ábyrgd og var han ein av okkara bestu í hesum dystinum. Bartal fekk trý mál og okkurt brotskast og trekti nógvar útvísingar, Rógvi fekk tvey mál og fleiri brotskøst, Tummas Pauli gjørdi tað eisini sera gott við fleiri málum uppá týdningarmikil tíðspunkt. Og so kom Jan Pauli inn aftur í seinna hálvleiki og hevði fleiri bjargingar tá harðast stóð á. Tá tað ikki altíð gongur eftir vild er gott at síggja, at samanhaldið og stríðsviljin er til staðar.

 

Málskjúttar: Hjalti 7, Josef 6, Tummas Pauli 4, Bartal 3, Kristoffur, Rógvi og Torvald 2, Jan Pauli, Tórður, David og Niels Viggo 0.

Aftur