31-10-2016 |

Skert lið var fyri greiðum tapið

Menninir vóru í Kollafirði. Okkara fylgdu væl við í fyrra hálvleiki tá støðan var 13-12 til KÍF, men í seinna hálvleiki settu kollfirðingar tingini uppá pláss og vunnu trygt 28-20.

Okkara menn fóru til Kollafjarðar uttan fimm leikarar, og tískil vóru vónirnar ikki tær bestu. Av teimum fimm vóru tað serliga Høddi og David, sum vóru saknaðir, men eisini Høgni, Ludvík og Torvald vóru saknaðir í gjár. Og enn meiri harmuligt var, at kollfirðingar ikki leiktu sín besta dyst, men hópurin hjá okkara monnum tolir ikki so stóra frágongd.

 

Byrjanin var eisini sera vánalig. Skotini vóru vánalig, og liðið hevði trupult við at spæla seg í gjøgnum verjuna hjá KÍF. Í hinum endnaum eydnaðist ikki væl hjá málverjanum, men hann fekk heldur ikki nógva hjálp frá verjuni. Eftir slakar 10 minuttir tók Julian eitt time-out. Tá var støðan 6-1 til KÍF og tað sá ikki gott út. Men 10 minuttir seinni høvdu okkara javna til 8-8. KÍF helt seg tó frammanfyri restina av hálvleikinum, men okkara fylgdu væl við. Hálvleiksstøðan var 13-12 til KÍF. Vónirnar vóru tá til eitt stig, men byrjanin uppá seinna hálvleik var ikki góð. Eftir 10 minuttir var støðan 17-13, og síðani fylgdust liðini í einum jøvnum hálvleiki. Móti endanum av dystinum gingu kreftirnar undan og síðstu løtuna vaks munurin støðugt.

 

Sum skriva so var hópurin sera smalur. Kyndil spældi við eini verju-álop-útskifting allan dystin. Útyvir hesar átta leikarnar vóru tað einans U18-leikarar á bonkinum. Og tað gjørdist tí ov tungt. Gott var tó at síggja, at teir royndu og stríddust allatíðina. Tí verður tað gott tá allir leikarnir so spakuliga koma aftur.

 

Málskjúttar: Hjalti 9, Josef 3, Tummas Pauli og Rógvi 2, Kristoffur, Niels Viggo, Bartal og Ólavur 1, Jan Pauli, Tórður, Jóni og Tróndur 0.

Aftur