04-11-2016 |

Vunnu trygt á Stjørnuni

Mikukvøldið vunnu okkara kvinnur ein tryggan sigur á kvinnunum úr Klaksvík. Úrslitið gjørdist 28-18 eftir 17-11 í hálvleikinum.

Stríðið um at vinna eitt sæti í FM-finaluni í hesum kappingarárinum verður uttan iva hart. Og tí er gott at síggja, at okkara kvinnur klára at sannføra við tryggum sigrum á botnliðunum. Júst ein slíkur sigur var at síggja í høllini á Hálsi mikukvøldið. Stjørnan, sum liggur aftast í Hvonn-deildini var á vitjan, og megnaði at fylgja við í 10 minuttir. Tá var støðan 5-5. Spakuliga øktu okkara um leiðsluna. Hálvleiksstøðan var 17-11 og endaliga støðan 28-18.

 

Okkara høvdu hesar fyrstu 10 minuttirnar trupult við at fáa spælið at koyra samstundis sum Stjørnan hevði ov lætt við at fáa mál. Nógvir bóltar vóru blakaðir burtur og royndirnar á málið vóru ov ofta bara hálvhjartaðar. Men eftir 10 minuttir kom meiri skil á spælið. Bóltarnir vóru ikki tveittir burtur og spælt var til fleiri opnar møguleikar. Hálvleiksstøðan var sum áður nevnt 17-11, men leiðslan bæði kundi og átti at verið størri tí Stjørnan hevði ikki nógv at bjóða uppá.

Í seinna hálvleiki koyrdu okkara sigurin trygt heim. Og móti endanum komu eisini nógvar av teimum ungu inn, sum eisini gjørdu tað sera væl. Eyðleyg fekk tvey mál og eitt skot á stongina, Marin hevði tvey skot á stengurnar og Lea hevði tvey heilt góð gjøgnumbrot. Hugaligt at síggja, og eisini gott at síggja at liðið spældi við gleðini, sum eyðkendi liðið í byrjanini av kappingini.

Málskjúttar: Anna 11 (6), Turið 7 (1), Anja H. 3, Anja E, Súna og Eyðleyg 2, Lea 1, Maja, Guðrið, Bára, Ásleyg, Bjarta, Vár og Marin 0.

Aftur