10-11-2016 |

Tvey stig við úr Klaksvík

Okkara menn vunnu trygt í Klaksvík í gjárkvøldið. Úrslitið gjørdist 28-19 til okkara, sum vóru á odda 11-7 í hálvleikinum.

Okkara menn leiktu í gjárkvøldið móti Team Klaksvík í Klaksvík. Okkara manglaðu framvegis fýra leikarar, men tað sá ikki út til at bila, m.a. tí ein av avloysarunum var Kyndils-legendan Hans Áki Dal-Christiansen. Eftir eina trilvandi byrjan gjørdist tað enda við einum tryggum 28-19-sigri. Hálvleiksstøðan var 11-7 til okkara.

 

Byrjanin var trilvandi. Jan Pauli stóð fínt, men verjan var ikki heilt avstemma, og álopið koyrdi ikki optimalt. Tað er helst ikki so undarligt tá hugsa verður um mongu leikarnar, sum mangla. Men sum tíðin leið gjørdust okkara leikarar bara betri og betri í fyrra hálvleiki. Og hevði málverjin hjá klaksvíkingum ikki staðið so væl í fyrra hálvleiki so hevði leiðslan eisini verið á leið 10 mál, men í staðin var hálvleiksstøðan 11-7.

Í seinna hálvleiki var byrjanin eisini trilvalig, men tá stóð Jan Pauli heilt ómetaliga væl. Longu fyrstu fimm minuttirnar hevði hann á leið sjey heilt góðar bjargingar. Tað hevði við sær, at okkara leikarar tóku tað meira róligt í álopinum, og spakuliga økti leiðsluna upp í 11 mál, sum var størsta leiðslan í dystinum. Men seinastu løtuna tóku leikarnir sær meira av løttum og tá var fokus mest á, at leiðslan ikki skuldi tódna ov nógv. Endin var, at okkara vunnu trygt 28-19.

Mál: Hjalti og Kristoffur 5, Tummas Pauli og Bartal 4, Josef, Hans Áki, Rógvi og Torvald 2, Ólavur og Niels Viggo 1, Jan Pauli, Tórður, Jóni og Tróndur 0.

 

Sunnudagin er aftur dystur, og tá kemur StÍF á vitjan. StÍF hevur veruliga fingið ferð á í seinastuni, og tí krevst ein fokuseraður innsatsur av okkara monnum til tann dystin.

Aftur