19-12-2016 |

Jógvan Andras Joensen farin

Fyrsti formaður felagsins, Jógvan Andras Joensen, er deyður 82 ára gamal

Fyrsti formaður Kyndils, Jógvan Andras Joensen, er deyður 82 ára gamal.

Jógvan var ein av teimum 37 losjulimunum í Havn, sum 10. mars 1956 møtti á fundi við tí endamáli at stovna eitt hondbóltsfelag, soleiðis at losjuungdómurin í býnum skuldi hava okkurt virksemi aftrat tí, ið fór fram í húsunum við Tinghúsvegin. Á aðalfundinum varð Jógvan valdur formaður fyri felagið, sum bert skuldi vera ein stuttleiki aftrat øllum øðrum. Tað var júst Jógvan, sum á einum fundi í ungmannadeildini í losjuni kom við tí hugskoti, at tey eisini skuldu fara at spæla hondbólt. Sambært gerðabókini skuldi hann orða seg nakað soleiðis : "Hetta er ikki fyri at vinna, men meira fyri sportin", og hann legði aftrat : "Tapið og vinnið við sama sinni." Men longu árið eftir var áhugin fyri hondbóltinum so stórur, at Kyndil tók lut í bestu deildini, og menninir vunnu sítt fyrsta meistaraheitið í 1958, tá ið teir vunnu finaluna móti Neistanum 14-9.

 

Sjálvur gekk hann eisini á odda á vøllinum tey fyrstu árini. Spældi á fyrsta liði 1957-1962. Síðan hugnaði hann sær á 2. liði í fleiri ár eftir hetta. Hann var stinnur á vøllinum, stórur og sterkur og var ikki lættur at sleppa framvið. Álitismaður á vølli, og í aðrar mátar við. Tí mundi tað vera hann, ið varð valdur til fyrsta forman Kyndils.

 

Jógvan Andras var eiðismaður, og kanska er hann orsøkin til, at mong eiðisfólk, ið leitaðu sær til Havnar í arbeiðis- ella útbúgvingarørindum, fóru at spæla við Kyndli. Fleiri kenna helst Jógvan sum møblapolstrara og møblasølumann. Í nógv ár átti og rak hann møblasøluni Innbúgv í J.C.Svabos gøtu.

 

Í samband við 50 ára dag Kyndils í 2006, varð Jógvan kosin heiðurslimur í felagnum.

 

Vit minnast við virðing og takksemi Jógvan Andras Joensen, sum var fyrsti formaður Kyndils, og sum nú verður borin til hvíldar.

Aftur