08-03-2017 |

Røkka vit nærri FM finalunum í dag?

Serliga fyri manslið okkara hevur dysturin í kvøld avgerandi tídning.

VÍF er á 3. plássi, 1 stig frammanfyri menn okkara, men við einum færri dysti leiktum.

Kyndilsmenn vunnu ein sera góðan og tídningarmiklan dyst móti Neistanum sunnudagin, eftir ein longri steðg. Liðið vísti yvirskot og spæligleði, og skulu vit hanga í, í spælinum um FM finaluna, er at vóna at vit síggja hettar góða spæli aftur í kvøld.

Kvinnurnar skulu uppá hestin aftur, eftir tap móti Neistanum seinasta sunnudag.

Vit eru í løtuni á 2. plássi, 7 stig frammanfyri VB. Við einum sigri á VÍF í kvøld verður truplari hjá liðunum niðanfyri okkum á stigatalvuni, at yvirtakað 2. plássi og harvið annað finaluplássi.

Vónandi møta vit fjølment upp í kvøld at stuðla okkara liðum.

Aftur