10-03-2017 |

Kyndlakvinnur kunnu “tryggja” sær finaluplássi sunnudagin

Hjá monnunum eru enn 6 dystir eftir, men ein sigur má vera eitt krav um teir ætla sær at spæla við um finalupláss

Kvinnurnar fingu ein sigur á 25-22 móti VÍF mikudagin. Við undantak av fyrstu fáu minuttunum, so vóru kvinnur okkara á odda allan dystin, og stutt eftir hálvleik var munurin heili 7 mál. VÍF megnaði at takað nakað inn aftur á Kyndil, men sigurin var ongantí í vanda.

Dysturin hjá monnunum endaði í einum sonnum gysara, og vestmenningar analysera enn seinastu sekundini á Facebook. Hvussu er og ikki, so fylgdust liðini javnt gjøgnum allan dystin, og úrslitið sum bleiv ein javnleikur var góðkent avrik, so sum dysturin háttaði sær.

Sunnudagin kl 14:30 byrja vit á Hálsi við Hvonn dysti millum Kyndil og VB, sum liggur 7 stig aftanfyri okkum, tó við einum dysti minni enn vit. Við einum sigri gerst munurin 9 stig, og við 5 dystum eftir hjá VB er leiðin long um tey skulu hála okkum inn aftur.

Hjá monnum liggur Kyndil á 4. plássi, 4 stig aftanfyri KÍF, ið er mótstøðuliði sunnudagin kl 16:00. Tað er tætt millum nr 2 og 4 í kappingini, so neyðugt er at hanga í og draga inn á hini liðini, um eitt finalupláss skal tryggjast.

Vónandi koma nógvir áskoðarir at stuðla okkara leikarum sunnudagin.

Aftur