10-09-2017 |

Limagjaldið 2017/18


Cognitoforms eitur nýggja skrásetingin av limum hjá Kyndil. Hetta merkir at tit skulu trýsta á leinkjuna niðanfyri og útfylla limaskjalið og trýstið á knøttin "Submit" fyri at fullføra skrásetingina. Í limaskjalinum stendur hvar limagjaldið skal flytast. Allir limir skulu skrásetast umvegis hesa skipan.

Nýggja skipanin hevur m.a. til endamáls at skráseta allar limir hjá Kyndil.

Kyndil heitir á øll um at gjalda limagjaldið sum skjótast! Tá limagjaldið er goldið, er leikarin limur í tryggingarskipanini hjá ÍSF.

Niðanfyri trýsta tit á leinkjuna, skriva kravdu upplýsingarnar, og gjalda/flyta upplýstu upphæddina.

https://www.cognitoforms.com/Kyndil/KyndilLimagjald201718

G.G: Fyri at fáa eina kyndla venjingarblusu, skal kvittan av flytingini vísast á limadegnum, sum verður seinni í mánaðinum.

Við hondbóltskvøðu
Nevndin í Kyndli

 

Aftur