23-09-2017 |

Venjingarlega heima á Sandi


Hetta vikuskiftið, er ungdómur okkara á venjingarlegu í ítróttarhøllini hjá sandoyingum.

Fyrri partur av venjingarleguni var fyri U10 og U12 leikarar, frá fríggjadegi seinnapart til leygardagin seinnapart.

Myndin av hópinum, saman við venjarum, er tikin seinnapartin í dag, tá U14 og U16 leikararnir møttu á venjingarleguni.

Øll hava tey verið røsk og ágrýtin at venja, eins og tey hava hugnað sær í fríløtum í høllini, og á Virkinum, heima á Sandi.

 

Vit takka fyri lán av hesum sera fitta ungdómi, eins og vit takka foreldrum og hjálparfólki, sum hava stuðlað við ymiskum í sambandi við leguna.

 

 

 

Aftur