23-04-2018 |

Takk fyri kappingarárið 2017/2018


Hey øll somul! Nevndin takkar hjartaliga fyri kappingarárið 2017/2018 og allan tann stuðul, tit øll hava givið felagnum.

Í kvøld eru okkara røsku kvinnur saman og taka samanum enn eitt gott og spennandi kappingarár. Okkara kvinnur vóru 6. árið á rað í FM-finalum og í fjórðu steypafinaluni í nýggjari tíð. Tað gekk akkurát ikki í Vestmanna - men sera raskar vóru tær. Tær báðar greipurnar, tær vunnu í 2014 og 2017, settu okkara kvinnulið heilt upp á toppin í føroysku hondbóltskappingini. Tað gjørdu steypasigrarnir hjá monnunum í 2014 og í 2018 eisini.

Næsta ár halda vit fram! Maja í málinum hevur verið okkum ein sannur fongur. Í morgin fer hon aftur til Serbia. Hvussu verður í framtíðini, er ikki heilt greitt enn, men fyribils fara vit so at takka Maju hjartaliga fyri hennara mongu flottu avrik í málinum. Eisini takka vit Flemmingi og Christoffuri fyri teirra megnar arbeiði í ár! Síðst, men ikki minst: Takk fyri, tit áskoðarar og fíggjarligu stuðlar, fyri tykkara dygga stuðul! Uttan tykkum var onki møguligt. Síggjast næsta ár! :-)

Aftur