20-05-2020 |

Jórun Ludvig hjálparvenjari hjá kvinnum komandi kappingarár


Kyndilskvinnur hava fingið Jóruna Ludvig til hjálparvenjara komandi kappingarár.

Jórun er eitt kent andlit í Kyndli og er sera spent og sigur, “man kann ikki siga nei til ein sovorðnan møguleika”

Vit í Kyndli eru fegin um at royna okkurt nýtt, við at hava ein kvinnuligan hjálparvenjara, og serliga, at tað er Jórun, sum bæði hevur royndir úr felagnum, verið liðskipari á kvinnuliðnum í nógv ár, ein vinnaratypa, og sum altíð gekk á odda á vøllinum, og er altíð klár, tá eitt tak skal takast fyri Kyndil.

Aftur