07-06-2020 |

Sophus E. Dal Christiansen verður hjálparvenjari hjá OKKARA monnum komandi kappingarár

Komandi kappingar ár verður Sophus at síggja á síðu linjuni saman við Dragan.

Nevndin hevur heitt á Sophus um at taka enn eitt tak fyri felagið. Sophus hevur í fleiri ár verið venjari hjá bæði barna og ungdómsliðum hjá Kyndli. Sophus hevur diplom venjara útbúgvingina hjá DHF, og hevur hann eisini nógvar royndir sum venjari hjá vaksnum. Hann hevur áður m.a. verið venjari hjá okkara kvinnum og monnum og hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum.


Sophus er ógvuliga engageraður og er altíð góður at heita á hjá felagnum. Sophus er tað vit kunnu kalla “firmaets mand” við einum stórum grønum hjarta.
 

Vit í nevndini eru ógvuliga glað fyri at Sophus valdi at taka av møguleikanum.

Aftur